Ítróttatingið setir venjaran í fokus

Ítróttatingið setir venjaran í fokus
Venjaraleikluturin er í dag ógvuliga fevnandi. Hann snýr seg ikki bara um venjingina, men eisini tað sosiala
 
27.05.2025 - 11:26

ÍSF skipar í dag og í morgin fyri ítróttartingi, har venjaraleikluturin er í fokus. Talan er um venjaran hjá børnunum, breiddini og teimum bestu.

Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, vísir á, at ÍSF hevur skyldu til at breiða vitan um ítrótt og at lyfta stigið. Endamálið er, at øll skulu hava møguleika at íðka tað tey vilja, á tí stigi tey ynskja, alt lívið.

Venjaraleikluturin er í dag ógvuliga fevnandi. Hann snýr seg ikki bara um venjingina, men eisini tað sosiala. Tí ber til at siga, at tað krevur meira at vera venjari í dag enn fyrr.

Claus Dalgaard-Hansen er talentmennari hjá norska hondbóltssambandinum og hevur áður verið ungdómsvenjari í hondbólti í Danmark. Hann hevur vunnið nógv heiðursmerki heim við sær.

Hondbóltspælarar sum Mikkel Hansen, Lasse Svan og Landin brøðurnir hava bara gott at bera honum.

Claus Dalgaard-Hansen vísir á, at tað hevur stóran týdning, at venjarin megnar at loysa uppgávurnar, ið hann fær.

Tað liggur tí eisini ein ábyrgd á felagnum, at geva venjaranum greið mál at stremba eftir. 

Millum annað hetta fer hann at røða um á ítróttatinginum.

Ítróttartingið verður í kvøld, týskvøld, klokkan 19 í Finsen í Havn og í annaðkvøld, mikukvøld, klokkan 19 í Varpinum í Klaksvík.

1745812

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974