Kanning: Pensjónsaldurin skal vera milum 65 og 67 ár

Kanning: Pensjónsaldurin skal vera milum 65 og 67 ár
Í kanningini vóru 1027 fólk spurd, og færri enn hundrað fólk halda, at pensjónsaldurin skal hækka
Áðrenn tingið fór í summarfrí, tók Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, uppskotið um at hækka pensjónsaldurin aftur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2025 - 13:10

Minni enn 10. hvør føroyingur heldur, at pensjónsaldurin skal hækka upp í 70 ár, vísir ein nýggj kanning. 

Ætlanin hjá landsstýrisflokkunum at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár er mest umrødda politiska málið seinastu tíðina, og flest øll fakfeløg vendu sær ímóti ætlanini.

Landsstýrisflokkarnir samtyktu við aðru viðgerð í Løgtinginum tann 30. apríl at broyta verandi pensjónslóg og hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár í stigum næstu 15 árini.

Men hesum hava landsstýrisflokkarnir ikki undirtøku fyri, vísir ein kanning, sum spyr.fo. hevur gjørt fyri starvsmiðilin Alfred.

 

67 ár

Um vit taka øll fólk í kanningini undir einum, siga 270 fólk, at pensjónsaldurin skal vera 67 ár, og 208 siga, at hann skal vera 65 ár. 

115 av teimum spurdu siga, at pensjónsaldurin skal vera 60 ár, men bara 84 fólk halda, at pensjónsaldurin skal hækkast upp í 70 ár.

Í meðal halda tey spurdu, at pensjónsaldurin skal vera 65,8 ár.

Kanningin er eisini býtt upp í kvinnur og menn, aldursbólkar, landafrøðilig øki og so eftir starvi. 

Munurin millum bólkarnar er ikki stórur. Tó hella menn til hægri pensjónaldur enn kvinnur. Teir siga 66 ár, og tær siga 65,5 ár. 

Tey við fólkaskúla halda, at pensjónsaldurin skal vera 66 ár, og tey við hægri útbúgving siga, at eftirlønaraldurin skal vera 66,6 ár. 

Aðrir útbúgvingarbólkar - miðnám, handverk og miðallangar útbúgvingar - siga, at pensjónsaldurin skal vera millum 65,2 og 65,6 ár.

 

Búskaparráðið mælir til 70 ár

Búskaparráðið hevur í fleiri ár sagt, at neyðugt er at hækka pensjónsaldurin fyri at fáa haldføri í búskapin.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Wang, setti tí sum treyt fyri Suðuroyartunlinum, at pensjónsaldurin skuldi hækka upp í 70 ár.

Tá tingið kom saman herfyri, tók landsstýrismaðurin í almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, uppskotið aftur. Almannamálaráðið skal arbeiða við pensjónsmálinum.

1027 fólk frá 18 til 67 ár svaraðu spurninginum í kanningini hjá spyr.fo. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087