Nólsoyar Páll fekk heiðurin fyri koppsetingararbeiðið hjá konuni

Nólsoyar Páll fekk heiðurin fyri koppsetingararbeiðið hjá konuni
Marin Malena Nolsøe, kona Nólsoyar Páll, gjørdi stórt arbeiðið fyri at breiða út koppsetingina fyri pokur, men tað vóru maðurin og bróður hansara, ið fingu viðurkenningina
Ongar myndir finnast av Marin Malena Nolsøe ella Poul P. Nolsøe, betri kendur sum Nólsoyar-Páll. Kvinna til vinstru er dóttir teirra Sigga, ið allar myndirnar av Nólsoyar Páll eru gjørdar eftir
 
20.06.2025 - 15:00

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

1721554

 

Marin Malena Nolsøe var kona Poul P. Nolsøe, betri kendur sum Nólsoyar-Páll. 

Í 1807, tvey ár eftir at Nólsoyar-Páll í 1805 fekk nýggju koppsetingina móti pokum til Føroya, fingu hann og bróðurin Jákup Nolsøe viðurkenning frá kongi við kongaligari fyriskipan fyri tað stóra arbeiðið, sum teir høvdu gjørt fyri at breiða út nýggju koppsetingina í Føroyum. 

Nólsoyar-Páll fór við skipi sínum úr Føroyum í 1808, men gekk burtur á veg heimaftur.  

Hann kom ongantíð aftur. 

 

Breiddi út koppingarevni

Sambært kirkjubókunum er tað greitt, at Marin Malena helt fram við at standa fyri koppsetingunum í Norðoyggjum og aðrastaðni í Føroyum í nógv ár aftaná 1808. 

Í Sandoyar kirkjubók verður upplýst, at koppingarevnið hjá Nólsoyar-Pálli varð gagnnýtt har so seint sum í 1813 

Marin Malena koppsetti til umleið 1815. 

Marin Malena gjørdi sostatt stórt arbeiðið fyri at breiða út koppsetingina, men tað vóru maðurin og bróður hansara, sum fingu viðurkenning fyri arbeiðið. 

 

Menti veving í Føroyum

Kvinnurnar verða ofta burtur í skjølunum. Søgufrøðingar síggja tær ikki altíð, men tað er ikki tí, at tær ikki hava gjørt og framvegis gera eitt stórt arbeiði. 

Marin Malena gjørdi eisini eitt stórt arbeiði fyri at menna veving í Føroyum. 

Fyri at minka um útflutningin av hosum varð tað við kongaligari fyriskipan í 1804 gjørt av at stuðla vevingini í Føroyum. 

Nakrir nýmótans vevar skuldu sendast til Føroyar fyri rokning hjá Kongaliga einahandlinum. 

Harumframt skuldi fyri rokning hjá einahandlinum ein maður sendast til Føroyar at leggja lag á við vevingini ella skuldi ein føroyingur sendast til Danmarkar at læra seg at veva. 

 

Inge Marie dugdi at veva

Tað var kortini so heppið, at ein nýmótans vevur og ein føroysk kvinna, sum dugdi at veva, vóru í Føroyum. 

Inger Maria Djurhuus á Nesi dugdi at veva, og hon átti eisini sjálv ein nýmótans vev. 

Í 1807 fór Inger Maria undir at læra tvær aðrar føroyskar kvinnur at veva. 

Tær báðar kvinnurnar vóru áðurnevnda Marin Malena Nolsøe og Margretha Kjælnes, sum seinni gjørdist bóndakona á Steig í Sandavági. 

 

123 vevstólar

Hetta arbeiðið við veving í Føroyum eydnaðist so mikið væl, at í 1816 vóru 123 nýmótans vevstólar í Føroyum, sum allir uttan ein vóru gjørdir í Føroyum. 

Útflutningurin av vaðmali øktist nógv, men tá handilsmenn løgdu merki til, at føroyskt vaðmal einans kundi nýtast til fóður í klæðum, tí tað ikki kundi tøvast, minkaði útflutningurin og vevingin datt niður fyri. 

 

Viðurkenninrg frá Husholdningsselskabet

Tær tríggjar kvinnurnar løgdu hinvegin lunnarnar undir veving í Føroyum, sum onnur kundu byggja á. 

Fyri hetta arbeiðið fingu tær tríggjar í 1815 viðurkenning frá Husholdningsselskabet. 

Inger Maria fekk gullheiðursmerki. 

Í 1828 setti C.L. Tillish amtmaður á stovn arbeiðsskúla í Havn, har ungar kvinnur kundu læra at veva. 

Vevskúlin, sum svenska Aina Cederblom lat byggja og stovnaði úti í Grøv í Klaksvík í 1934-35, kann sigast at vera framhald av arbeiðinum hjá teimum trimum kvinnunum. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. juli
Blue Giants Orkestar í løtuni á G!
194695
Fríggjadag 18. juli
Veðrið
194682
Fríggjadag 18. juli
Greta Svabo í løtuni á G!
194678
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619