45 eigaraíbúðir á havnarlagnum í Runavík

45 eigaraíbúðir á havnarlagnum í Runavík
Ætlanin er, at fyrstu íbúðirnar skulu vera lidnar á heysti næsta ár
Her á havnarlagnum norðan fyri Fjøruvegin í Runavík er ætlanin at byggja tilsamans 45 eigaraíbúðir.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.06.2025 - 12:20

- Nú eru bert formlig viðurskifti eftir, og so fara vit í gongd.

Tað sigur bggimeistarin, Jóan Petur Vang, sum fer at byggja 45 eigaraíbúðir á havnarlagnum norðan fyri Fjøruvegin í Runavík.

 

(Mynd: Bárður Lydersen)

 

Fyrstu íbúðirnar skulu vera lidnar á heysti næsta ár.

Sambært Skrásetingini eigur Rodmund Nielsen framvegis felagið Bryggjan, sum skal byggja, men samstarvsfelagin, Jóan Petur Vang, hevur nú yvirtikið felagið.

 

Jóan Petur Vang. 

 

Tvær lonir skulu byggjast í fýra hæddum.  Niðasta hædd verður til vinnuligt virksemi, í hinum hæddunum vera tilsamans 45 eigaraíbúðir.

 

(Mynd: Bárður Lydersen)

 

Jóan Petur Vang hevur higartil bygt umleið 200 íbúðir í Sundalagnum og í Havn, nú fer hann til Runavíkar at byggja.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03062025_Ibudir_i_Runavik

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040