Størri sjósíl og laksur

Størri sjósíl og laksur
Sjósílini ella laksurin, sum vera fiskað, skulu skjótt vera í minsta lagi 10 sentrimetrar, ein triðing, longri enn nú
Sjósíl.
 
10.06.2025 - 07:07

Sjósílini ella laksurin, sum vera fiskað, skulu skjótt vera í minsta lagi 10 sentrimetrar, ein triðing, longri enn nú.

Tað sigur ein broyting í kunngerðini um síla- og laksaveiðu, sum er til hoyringar.

Í kunngerðini stendur nú, at ikki er loyvt at veiða sjósíl ella laks, sum er undir 30 sentimetrar til longdar, mált frá tranti til ytsta enda av stertinum. 

Undirmátsfiskur skal alt fyri eitt sleppast út aftur, livandi, um tað er gjørligt.

Í broytingaruppskotinum eru 30 sentimetrar broyttir til 40 sentimetrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF