Hetta er hæddarpunktið á árinum

Hetta er hæddarpunktið á árinum
Tað sigur Joan Hammer, sum er ein av næmingunum á seinasta skeiðinum hjá Húsarhaldsskúla Føroya á gamla bústaðnum á Stoksoyravegnum í Klaksvík
Næmingar og lærarar á seinasta skeiðnum í gomlu hølunum hjá Húsarhaldsskúla Føroya á Stoksoyravegnum í Klaksvík
Mynd: Gunnar Nolsøe  
 
12.06.2025 - 09:33

Hugnin og samanhaldið eru avgerandi, sigur Joan Hammer, sum leggur afturat, at hetta er hæddarpunktið á árinum.

Næstseinasta skúladagin í gomlu hølunum, har skúlin hevur hildið til í eina hálva øld, hittu vit Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra og lærara, Poulinu Eliasen, lærara, Katrinu í Geil, sum hevur undirvíst í skúlanum og sum hesuferð er næmingur, og Joan Hammer og Hansu Hammer, ið báðar eru næmingar.

Tað er tann kreativa vikan, ið er tann seinasta í gamla skúlanum, og tað er kanska eitt ikki sørt súmbolsk heiti, nú skúlin gevst á Stoksoyravegnum, tí tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina, verður tað í nýggja og stásiliga skúlanum í miðbýnum í Klaksvík.

Tað er við einum ávísum sorgblíðni at vit gevast her, sum skúlin hevur hildið til í eina hálva øld, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum leggur afturat, at vit nú fara í ein nýggjan stásiligan bygning, sum vit hava arbeitt við leingi, og sum hevur nakrar heilt nýggjar møguleikar við sær. Men samstundis hava vit havt tað ótrúliga gott her á Stoksoyravegi.

 

Detaljumynd av brodering hjá einum av næmingunum á seinasta skeiðnum í gomlu hølunum hjá Húsarhaldsskúla Føroya á Stoksoyravegnum í Klaksvík

 

Lærari á skúlanum í 40 ár

Poulina Eliasen hevur verið lærari á skúlanum í 40 ár og nógv er broytt hesi árini: "Tá vóru 12 næmingar til hvørt skeiði og tvey skeið vóru um árið." Poulina heldur eisini, at genturnar tá dugdu meiri av hondarbeiði, tá tær komu í skúlan enn tær gera í dag. Okkara uppgáva er at kveikja áhugan hjá næmingunum, og tað heldur Poulina er eydnast.

Fyrstu ferð Hansa Hammer var á skeiði í húsarhaldsskúlanum var í 2001 - og hon hevur verið aftur hvørja ferð síðani. Og tað er hugnin og samanhaldið umframt skeiðini við handarbeiði og mati, sum gera, at hon vitjar aftur.

Katrina í Geil hevur áður undirvíst í Húsarhaldsskúla Føroya og henni dámdi so væl, at hon nú er ein av næmingunum. Hetta er ein deilig vika, tað er gott at koma til Klaksvíkar, samanhaldið er gott, lærararnir dugnaligir og "andin" á skúlanum er framúr. "Tað, sum skúlin hevur at bjóðað, er so grundleggjandi fyri menniskju í tí at liva: Dygdargóðan mat, at vera saman, sita saman og eta saman, og so læra øll hesi knebini, sum Jóhanna og Poulina duga so væl. Tú fært nakað heim við tær, sum tú kanst brúka í gerandisdegnum," sigur Katrina.

Í samrøðuni, sum vit gjørdu í Húsarhaldsskúla Føroya grundlógardagin, ið var næstseinasti skúladagur á Stoksoyravegnum, hittu vit Jóhonnu á Tjaldrafløtti, Katrinu í Geil, Joan Hammer, Hansu Hammer og Poulinu Eliasen. Aftaná fóru vit á gátt í nýggja skúlanum saman við Jóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra.

Tú kanst hoyra reportaguna her!

 

1748291

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084