Hákun eftir finaluna: Hetta pínir

Hákun eftir finaluna: Hetta pínir
Champions League-finalutapið fyri Magdeburg var eitt stórt vónbrot fyri Hákun West av Teigum, men vongurin er kortini errin av kappingarárinum og ætlar sær aftur til Köln
Finalutapið var stórt vónbrot fyri Hákun West av Teigum, sum kortini virðismetir upplivingina á kappingarárið
Mynd: Füchse Berlin  
 
16.06.2025 - 09:40

Hákun West av Teigum dylir ikki fyri, at finalutapið fyri Magdeburg í Champions League-finaluni í gjár helst var størsta vónbrotið higartil á hondbóltsleiðini.

 - Hetta er jú eitt kappingarár, sum varðir í níggju mánaðir, og tú investerar nógv hvønn dag. So at tað endar í einum vónbrotið, tað ger ilt. Tað er pínufult, segði Füchse Berlin-vongurin eftir 32-26 tapið í Lanxess-leikhøllini í Köln.

Føroyingurin spældi ein góðan dyst og skoraði sjey mál upp á níggju royndir - fleiri úr rættiliga spískum, men sum heild gekk striltið hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum var aftanfyri mestsum allan dystin og tapti greitt.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Hákun gjørdi sítt 

Mathias Gidsel, spældi ikki sín besta dyst, og fekk ikki stórvegis hjálp frá Lasse Andersson og Nils Lichtlein í bakketuni, meðan Mijajlo Mersenic og Max Darj brendu ferð eftir ferð av strikuni ímóti stórspælandi Sergey Hernandez Ferrer í Magdeburg-málinum. Spanski málverjin bjargaði heili 18 av 42 skotum.

 - Málmaðurin hjá teimum stendur ein fantastiskan dyst, staðfesti Hákun West av Teigum.

 - Vit fáa ikki steðga teirra álopi, og teir koma ov lætt til kjansir beint frammanfyri málinum. Í okkara álopi er flow'ið, sum vit eru kendir fyri, ikki til staðar. Vit fara inn ímóti, men vit sleppa ikki bóltinum, og bólturin kemur ongantíð ordiliga á flog, helt Hákun West av Teigum, ið, sum vera man, ikki vildi siga stórvegis um frálíka avrikið hjá sær sjálvum.

 - Tað er jú bara at koyra á, tá mann fær bóltin. Viðhvørt eydnast tað, og viðhvørt eydnast tað ikki, men eg hevði eina góða kenslu, og tað skal kanska okkurt eyka til á einum so stórum palli. 

 


Hákun West av Teigum fegnast um mál í hálvfinaluni ímóti Nantes. Vongurin skeyt tilsamans níggju mál upp á ellivu royndir í Final 4 (Mynd: Füchse Berlin).

 

Hondbóltsmekka

Tað eydnaðist ikki Füchse Berlin at vinna Champions League í fyrstu royndini, og hóast tað kendist sum stórt vónbrot løtuna eftir finaluna, dugir føroyski vongurin kortini at virðismeta stóru Final 4-upplivingina, sum eisini rúmaði flottan hálfinalusigur á Nantes leygardagin.

 - Hetta er jú hondbóltsmekka. Hetta er tað feitasta og tað, sum allir hondbóltsspælarar vilja royna. Hetta var ein risauppliving, og stuttligt at síggja nokkso nógvar føroyingar eisini, segði Hákun West av Teigum, sum er væl nøgdur við sítt fyrsta kappingarár sum fyrsta val á høgra veingi.

 - Tað hevur gingist væl ígjøgnum alt árið. Tað eri eg glaður fyri, og vit eru øgiliga glaðir fyri at vinna týska meistaraheitið, sum eftir mínum tykki er líka ringt at vinna sum Champions League.

Og vera tit aftur í Köln næsta ár?

 - Tað satsa vit upp á. Vit vilja fegnir spæla sovorðnar finalur aftur. Tað er nokkso stuttligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844