Ísraelskt loftálop á Teheran

Ísraelskt loftálop á Teheran
Fyrrapartin framdi Ísrael loftálop á iranska høvuðsstaðin
Savnsmynd
 
23.06.2025 - 15:15

Ísrael hevur seint fyrrapartin framt eitt loftálop á iranska høvuðsstaðin, Teheran.

Tað sigur ísraelska verjumálaráðið.

Talsmaðurin fyri ísraelska herin, Effie Defrin, sigur, at Ísrael miðvíst loypur á høvuðsborgirnar hjá iransku kollveltingarhirðuni í løtuni.

- Vit eru ikki komnir á mál enn, sigur talsmaðurin.

Defrin vil eisini vera við, at tað er eydnast Ísrael at raka allar herstøðirnar, sum Iran brúkar at skjóta rakettir móti Ísrael.


Iran fær russiskan stuðul

Russlandi er til reiðar at stuðla Iran.

Iranski uttanríkisráðharrin vitjar í Moskva í dag, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

- Og Russland er til reiðar at stuðla iranum, sigur talsmaðurin í Kreml, Dimitrij Peskov.

- Alt er treytað av, hvat Iran heldur vera neyðugt. Vit hava boðið okkum til at mekla. Vit hava gjørt okkara støðu greiða, og tað er ein umráðandi fráboðan, men alt er treytað av, hvat Iran heldur vera neyðugt, sigur talsmaðurin sambært almennu russisku tíðindastovuni Tass. 

Russland fordømir amerikanska álopið á iransku kjarnorkuverkini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233