Oyggjaleikavarpið #1: Frælsur ítróttur siktar eftir heiðursmerkjum

bannari
Oyggjaleikavarpið #1: Frælsur ítróttur siktar eftir heiðursmerkjum
Frælsur ítróttur er í framgongd. Seinast vóru tað menninir í sprinti, sum tóku eitt lop. Nú eru tað kvinnurnar, og málið er at fáa fleiri heiðursmerki
Heri Ziska, venjari
Mynd: Tróndur Arge  
 
09.07.2025 - 13:02

Í fyrsta parti av Oyggjaleikavarpinum varpa vit ljós á frælsan ítrótt. Gestur er Heri Ziska, sum er høvðusvenjari til oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum. Hann hevur luttkið á oyggjaleikunum síðani 1989. Seinastu ferðirnar hevur tað verið sum venjari, og hann er einasti venjarin í frælsum ítrótti, sum er við. 

 

250626_OYL_VARPID_ATLETIKK_OK

 

Frælsur ítróttur gjørdi eitt lop til seinastu oyggjaleikirnar. Tá vóru tað menninir í vunnu sprint-greinarnar. Hesa ferð væntar Heri Ziska, at tað verða kvinnurnar, ið gera eitt lop. Hann fegnast eisini um, at tað eru fleiri mans við á mið- og langteinunum. Har hava Føroyar eitt lið við Juliani Gregersen, Rógva Kárason og Nela Heldarskarð.

- Fleiri føroysk met eru sett í seinastuni, og tá er okkurt gamalt føroyskt met eisini fallið. Fyri tveimum, trimum árum síðani vóru tað menninir, ið gjørdu eitt lop. Nú eru tað kvinnurnar. Hartil eri mið- og langtein hjá monnum eisini við at koma fyri seg. Tað er gleðiligt, sigur Heri Ziska.

Tað er eitt altjóða rák, at fleiri met verða tikin í løtuni. Heri Ziska nevnir, at ein orsøk er ein kollvelting í skógvavinnuni, ið ger, at íðkarar fáa betri úrslit. Tó nevnir hann eisini, at tá ein einstaklingur stingur seg burturúr og kollveltir eina ítróttargrein, koma hini aftaná. Tað kann eisini verða orsøkin til, at vit síggja lop í avrikinum í ávisum ítróttargreinum.

Ein av teimum, sum var við til at gera eitt stórt lop fyri frælsan ítrótt, er Jónas Gunnleivsson Isaksen. Hann vann EM-gull fyri U20-rennarar í 2023. Sama árið vann hann eisini gull á oyggjaleikunum í Guernsey í bæði 200m og 400m. Hann hevur síðani verið skaddur, men nærkast toppformi.

 

jonas_g._isaksen_2025_ta.jpg

Caption: 
Jónas Gunnleivsson Isaksen, rennari

 

- Tað gongur væl. Eg fekk ein skaða í fjør, men nú eri eg við at verða har aftur. Um eg var 100 prosent til oyggjaleikir seinast, eri eg komin upp á 95 prosent av tí. So nú havi eg nakrar dagar at klára tað seinasta, sigur Jónas Gunnleivsson Isaksen.

Hann leggur afturat, at hann ætlar sær heiðursmerki, og at hann trívist best á 200m teininum. Hesa ferð eru eisini góðar vónir til Oddvør Josephsen á 100 metrum hjá kvinnum og Mariu Biskopstø í 400 metrum.

SÍ EISINI: Alt um oyggjaleikirnar

 

Vóna at leypa seg til heiðursmerki

Heri Ziska hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast at leypa seg til nøkur heiðursmerki, nú einki hamarkast ella diskuskast er við á oyggjaleikunum hesa ferð.

 - Stangarlop er vanliga ikki við, men hesa ferð er heldur einki diskuskast ella hamarkast, tí tað eru ikki umstøður til tað. Tórður Mortensen leypir í løtuni so langt í longdarlopi, at tað skuldi verið løgið, um tað ikki verður til heiðursmerki, sigur Heri Ziska.

Av øðrum kunnu nevnast Teresa Bláhamar í hæddarlopi og Sunniva Bogadóttir í spjótkasti, umframt onnur. Samanlagt fara 16 íðkarar avstað fyri frælsan ítrótt. So hvussu nógv heiðurmerki ætlar frælsur ítróttur sær?

 - Vit hava ikki sæð starlistarnar enn. Tað eru oyggjar, sum hava íðkarar, ið venja á altjóða stigi. Eru tey við, broytir tað fortreytirnar. Tað eru millum annað Gurnsey í renning og Saaremaa í styrkigreinunum. Eg vænti, at tað koma nøkur heiðurmerki, men tori ikki at seta tal á, sigur Heri Ziska.

 

Oyggjaleikir eru nakað heilt serligt

Heri Ziska var við í 1989, tá oyggjaleikir vóru í Føroyum. Hann heldur fyri, at teir leikirnir skaptu eina drívmegi í nøkrum fólkum, sum enn síggjast í føroysku ítróttarfeløgunum. Fyri frælsan ítrótt eru oyggjaleikir ein spennandi kapping, tí hon er øðrvísi enn hinar.

 - Oyggjaleikir er einasta kappingin, har vit fara sum eitt lið. Annars eru tað einstøku feløgini ella einstaklingar, sum fara til kapping. Oyggjaleikirnir kunnu eisini verða ógvusligir, fyri ein, sum ikki hevur roynt tað fyrr. Brádliga er stórur áhugi fyri frælsum ítrótti, og tú má líka tosa við íðkararnar um tað, sigur Heri Ziska, ið hevur roynt at haft íðkarar við, sum blivu ávirkaðir av umstøðunum. 

Heri Ziska nevnir eisini, at íðkararnir skulu fyrireika seg uppá, at fólk byrja at spyrja, um tú fert við til kappingina, og um tú ætlar tær at vinna. Tá er týdningarmikið at fyrireika seg upp á áhugan, so hann ikki verður til stress.

 - Sum venjari kann tað tí verða okkara uppgáva at hála alt niður aftur og fortelja teimum, at hetta er ein kapping líka sum allar aðrar. Teinurin er tann sami, hekkarnir eru líka høgir og yvirleggjarin í hæddarlopi sær eins út. Far inn og ger, sum tú plagar, sigur Heri Ziska.

Heri Ziska og trý onnur umboð frá FÍF eru við á ferðini. Heri Ziska hevur verið við síðani 1989, og hann gleðir seg enn sum áður, men alt er ikki sum fyrr.

 - Eftirhondini kenni eg meg eitt sindur einsamallan. Tey, sum eg plagdi at tosa við, eru ikki við longur, men eg gleði eg meg enn til oyggjaleikirnar, flennir Heri Ziska.

 

Hesi umboða Føroyar í frælsum ítrótti á Orknoyggjum:

Andreas Bjarnastein Antoft
Dánjal Dahl Ljósheim
Elisabet Holm Simonsen
Jónas Gunnleivsson Isaksen
Julian Gregersen
Margit Weihe Fríðmundsdóttir
Maria Biskopstø 
Neli Heldarskarð 
Oddvør Josephsen
Rebekka Fuglø Poulsen
Rógvi Kárason
Rutt Hjelm Gregersen
Sunniva Bogadóttir
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar
Tórur Mortensen
Tummas Petur Sjóvará

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168