Reydligur sjógvur kring Føroyar

Reydligur sjógvur kring Føroyar
Hóast orsøkin til reydliga sjógvin í løtuni er ógreið, so kann veðurlagsbroyting vera orsøkin, sigur lívfrøðingur á Havstovuni
 
27.06.2025 - 11:17

Havstovan hevur í seinastuni fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsastaðni kring Føroyar. 

Eitt slag av krabbadjóri, eisini kallað kopepodi ella vatnloppa, er orsøk til litin.


Sólva Jacobsen, Ph.D í lívfrøði, greiðir frá, at tað ikki er heilt óvanligt at síggja reyðan sjógv um Føroyar, um har eru øgiliga nógvar vatnloppur.

Hon leggur afturat, at tað kunnu eisini vera algur ið eru orsøk til litin, og í so fall, kann tað vera eitrandi algur, so tað er umráðandi at boða frá.

 

Hóast tað í hesum føri ikki eru eitrandi algur, sum eru orsøkin til litaða sjógvin, so veit man enn ikki, um tað er gott ella ringt at vit síggja so nógvar vatnloppur, sigur Sólva Jacobsen:

- Vit síggja meira av hesum slagnum enn vit gjørdu fyrr, og tað er ikki óhugsandi at tað eru veðurlagsbroytingar sum liggja til grundar fyri stóra talið av vatnloppum.

 

Havstovan heitir á fólk at boða frá um tey síggja reyðan sjógv, ella annað ið skal gerast vart við.

 

Hoyr samrøðu við Sólva Jacobsen:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572