Líkt til at Kringvarpið fer at senda bronsudystin

Líkt til at Kringvarpið fer at senda bronsudystin
Líkt er til, at Kringvarpið hóast alt fer at vísa bronsu dystin hjá U21 manslandsliðnum í hondbólti ímóti Svøríki í morgin.
 
28.06.2025 - 18:21

Líkt er til, at Kringvarpið hóast alt fer at vísa bronsu dystin hjá U21 manslandsliðnum í hondbólti ímóti Svøríki í morgin.

Orsøkin til, at Kringvarpið upprunaliga ikki hevði ætlanir um at senda dystin, var at rættindini vóru ov dýr. Men so fór ein innsavnan í gongd. Og 27 fyritøkur og aðrir stuðlar hava higartil verið við í innsavnanini.

Fíggingin til dystin í morgin er nú um at vera fingin til vega. Tað er Hanus Samró, sum hevur samskipað innsavnanina. 

Stutt sagt, sær tað út til, at pengarnir frá innsavnanini fara til at keypa rættindini leys frá fyritøkuni, sum eigur tey í løtuni, og so verður tað bílígari hjá Kringvarpinum at keypa rættindini. Dysturin byrjar klokkan 16.00 og verður (vónandi) sendur í Kringvarpinum. 

 

Hoyr samrøðurna, har Hanus Samró greiður frá um innsavnanina.

 

1751331

 

Hoyr samrøðuna, har Magnus Dam, stjóri í Kringvarpinum, greiður frá verandi støðu í mun til rættindini at senda dystin.

 

1751337

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040