Vilja friða Lamba og Dalin í Mykinesi

Vilja friða Lamba og Dalin í Mykinesi
Hósdagin var borgarafundur í Mykinesi sum Umhvørvisstovan skipaði fyri. Fleiri stovnar vilja friða Lamba og Dalin. Økini eru sum er stongd ferðafólki
 
05.07.2025 - 17:10


Lundin í Mykinesi skal verjast, og tað skal gerast við lóg. Havstovan, Tjóðsavnið, Umhvørvisstovan og Visit Faroe Islands sendu hin 8. juni 2020 eina felags áheitan til Yvirfriðingarnevndina um at mæla landsstýrinum til at friða Lamba og Dalin í Mykinesi.

Í tí sambandi skipaði Umhvørvisstovan fyri borgarafundi í Mykinesi hósdagin.

Finn Hansen er  hagastýrisformaður á Heimangjógv, har Lamba og Dalin eru. Hann tekur undir við friðingunum, men heldur ikki at tað ger so stóran mun, tí økini eru longu stongd fyri ferðafólki. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520