
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Í sætta parti av Oyggjaleikavarpinum verður tosað við Sersambandið fyri súkkling og triathlon. Gestur er formaðurin Arnfinnur Helmsdal. Hann greiðir millum annað frá hvussu sersambandið er sett saman og hvørji endamálini eru.
Súkkling vann seinast eitt heiðursmerki á Gotlandi í 2017. Tá súkklaði Torkil Veyhe skjótast av øllum í tíðarkoyringini. Tað var eisini í eini tíð, tá Føroyar javnan vóru við í oddinum í fleiri av súkklukappingunum. Í dag er Torkil Veyhe landsliðsvenjari og Gunnar Dahl-Olsen er mekanikari. Felags fyri teir er, at teir hava nógvar royndir við súkkling.
- Vit hava eitt sterkt lið rundanum. Teir kunnu geva góð ráð, og vónandi fer tað at smitta av upp á súkkararnar, sigur Arnfinnur Helmsdal, formaður í sersambandinum fyri súkkling og triathlon.
Føroysk súkkling hevur havt tað betri enn til hesar oyggjaleikirnar. Málið er sum so ikki heiðursmerki, men er tað ov nógv at ynskja sær?
- Nei, men eg kann ikki lova nakað heiðursmerki. Eg vóni, at vit røkka topp 10 í onkrum av kappingunum. Bretsku oyggjarnar og Saaremaa hava sterkar súkklarar, og tað verður ein stórur biti hjá føroysku súkklarunum at kappast við teir, sigur Arnfinnur Helmsdal. Hann metur, at størsta heiðurmerkjavónin hjá Føroyum er Súsanna Skylv.
- Oyggjaleikirnar eru stórar, og tað er stórt at umboða Føroyar. Kappingarnar á oyggjaleikunum eru mangan krevjandi. Tað er nakað, sum krevur tíð. Tað er ikki nakað, sum tú bara kanst venja til her og nú, sigur formaðurin.
Hann fegnast um økta áhugan fyri súkkling í Føroyum. Hann nevnir millum annað, taðupplýsandi arbeiðið, sum millum annað kemur við Team Rynkeby Føroyum, ið vísur á, at súkklurnar eisini eru á vegnum.
- Taka vit triathlon, so eru umstøðurnar góðar við øllum svimjihallunum. Fyri ikki at tosa um nýggju svimjihøllina í Havn. Tað er tá, vit skulu út at súkkla á vegunum, at tað restar nakað í. Tað verður tikið størri og størri atlit til súkklurnar, og eg haldi, at fólk klára betri at taka atlit til tað, sigur Arnfinnur Helmsdal.
Størsta avbjóðingin, tá tað snýr seg um at skipa fyri kappingum, er at steingja vegir. Tað er eitt stórt ynski, at fáa størri kappingar hendanvegin, men tað krevur nakað av viðspæli frá millum annað myndugleikinum.
- Vit hava sambond fyri bæði súkkling og triathlon, sum eru til reiðar at koma hendan vegin og skipa fyri kappingum. Tá tosa vit um altjóða kappingar. Tað verður væntandi í næstum, sigur hann.
Fyrst fyri eru tó oyggjaleikirnir.
Hesi umboða Føroyar í súkkling og triathlon á Orknoyggjum:
Magni Hansen
Bergtór Torssteinsson
Helgi Winther Olsen
Hilmar Hansen
Súsanna Skylv
Pauli Poulsen
Niklas Hallgren Niclassen