Antin gull ella silvur til Føroyar

bannari
Antin gull ella silvur til Føroyar
Føroyska badmintonliðið fær antin gull ella silvur í liðkappingini. Tey vunnu tryggan 3-0 sigur á Menorka í liðkappingini, og skulu møta Grønlandi í finaluni í kvøld
Rúni Øster vann satt gýsarasett ímóti mótstøðumanninum av Menorka, og gjørdi arbeiðið liðugt í 2. setti
Mynd: Dánial Olsen  
 
14.07.2025 - 16:40

Tað verður antin gull ella silvur til føroyska badmintonliðiðá oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

Føroyar vunnu tryggan 3-0 sigur á Menorka í hálvfinaluni fyrr í dag og skulu spæla ímóti Grønlandi í finaluni klokkan 18.30 í kvøld.

Magnus Dal-Christiansen og Miriam í Grótinum vunnu trygt í blandaðum tvímansleiki, og Miriam í Grótinum smurdi sína mótstøðukvinnu av í einmansleiki við kvinnum.

Spenningurin var størstur í einmansleiki við monnum, har Rúni Øster vann satt gýsarasett til 1-0. Settúrslitið var 27-25, og í 2. setti gjørdi hann arbeiðið liðugt.

Finalan kann stroymast á almennu oyggjaleikasíðuni: Orkney2025.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659