Føroyskt medaljuregn og fleiri met í svimjing

bannari
Føroyskt medaljuregn og fleiri met í svimjing
Føroyar vunnu tvær gull, tríggjar silvur og trý bronsuheiðursmerki í finalunum í svimjing mánadagin. Tvey føroysk met vórðu eisini sett.
 
14.07.2025 - 19:37

Ísak Brisenfeldt er einasti føroyski svimjari, sum hevur svomið 200 metrar firvald undir tveir minuttir, og tað gjørdi hann aftur í finaluni mánadagin við tíðini 1.59.42. Við tí tryggjaði hann Føroyum gullið. Tíðin var fáar hundrandapartar frá føroyska metinum, ið er 1.59.39, sum hann sjálvur eigur. Ísak Brisenfeldt vann eisini silvur í 200 metrum blandað. 

Í 1500 metrar frí hjá monnum vann Líggjas Joensen gull og Silas Dam Lindberg bronsu.

 

Nýggj føroysk met

Bartal E. Eidesgaard setti nýtt føroyskt met, tá hann vann silvur í finaluni í 100 metra bringu við tíðini 1.00.51. Undanfarna metið var 1.02.0. 

Lea Osberg Højsted tók føroyska metið í 50 metra bringu við tíðini 32.22. Hon gjørdist samstundis nummar trý í finaluni. 

Alisa Vestergaard vann silvur á 200 metra frí hjá kvinnum við tíðini 2.04.98. 

Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Jonna Joensen og Alisa Vestergaard blivu nummar trý í liðkappingini í 4 ferðir 50 metrar frí.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342

Meira um sama evni