Dreymurin um eitt sjálvstøðugt Grønland

Dreymurin um eitt sjálvstøðugt Grønland
Aka Hansen, er aktivistur, rithøvundur og filmskapari, er í Føroyum, her hon leggur fram bók um avleiðingarnar av kolonialismu.
Aka Hansen er aktivistur, filmsskapari og rithøvundur, sum er aktuel við bókini Manifesti
Mynd: Privat mynd  
 
16.07.2025 - 23:02

- At vera ein sjálvstøðug tjóð hevur týdning fyri okkara samleikakenslu.

Tað sigur grønlendska Aka Hansen, sum er aktuel við einari bók um avleiðingarnar av kolonialismu.

Aka Hansen skal leggja bókina Manifest fram á G! Festivalinum fríggjadagin 18. juli, og í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum setti hon orð á støðuna.

Bókin snýr seg um avleiðingarnar av kolonialismu, og hon sigur millum annað, at hóast Grønland og Føroyar kunnu sigast at vera lítlar og viðbreknar tjóðir, samanborið við onnur lond, so eigur hetta ikki at spenna bein fyri eini sjálvstøðugari tjóð.

Dreymurin hjá Aka Hansen er í øllum førum, at Grønland gerst ein sjálvstøðug tjóð, sigur hon.

Sambært grønlendska aktivistinum, sum eisini bæði er rithøvundur og filmsskapari, hevur tað at vera ein sjálvstøðug tjóð týdning fyri okkara samleikakenslu. Og hon heldur eisini, at sjálvstýrið hevur týdning fyri ymisk rættindi.

- Sum støðan er í dag kunnu hvørki Føroyar ella Grønland tosa um sín uttanríkispolitikk uttan at Danmark eisini er tilstaðar, sigur Aka Hansen.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Aka Hansen, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld.

1754075

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373