Planturnar flýggja niðan á fjallatopparnar 

Planturnar flýggja niðan á fjallatopparnar 
Plantufrøðingar eru í hesum døgum uppi á fjallatoppum og kanna, hvussu gróðurin flytur seg undan hitanum
 
22.07.2025 - 10:18

- Vit gera plantukanningar á fjallatindum fyri at kanna, hvussu gróðurin flytur seg í tráð við, at tað verður heitari, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur á Tjóðsavninum. 

 

Hvør sentimetur verður kannaður gjølla (Mynd: Kolbrún í Haraldsstovu)

 

- Longu í hálvfemsunum byrjaði man at leggja til merkis, at gróðurin broyttist og at planturgróðurin flutti seg hægri og hægri uppi á tindarnar. Tá bleiv ein verkætlan sett í gongd, har man fór at kanna hví so er, sigur Kolbrún.

Verkætlanin fevnir um 120 lond, og kallast fyri Gloria (Global Observation Research Initiative in Alpine Environments), og í hesum døgum eru, umframt Kolbrún frá Tjóðsavninum, Jóhanna Alberg, lìvfrøðingur á plantudeildini og sjey granskarar úr Týsklandi, sum kanna fjøllini, Lambafelli, Tungulívsfjall, Sátuna og Sandfelli við Gjógv.

 

Sjey plantufrøðingar úr Týsklandi kanna, saman við Kolbrún og Jóhonnu, lívfrøðiliga margfeldi í fjøllunum í Føroyum (Mynd Kolbrún í Haraldsstovu)

 

Planturnar tola ikki nógv av

- Árini av veðurlagsbroytingum sæst væl og tey mestu útsettu økini eru fjallatopparnir hjá okkum, har tað er eitt heilt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum ikki tolir stórar broytingar. Faktiskt eru tær planturnar, sum er har uppi, øgiliga viðkvæmar, sigur Kolbrún.

- Vit síggja, eftir at man hevur fylgt við í áratíggju, at planturnar flyta seg spakuliga uppeftir, í tráð við at jørðin ornar. Tá ið planturnar koma niðan á fjallatindin, og líkasum eru komnir heilt niðan á, hvar skuldu tær so fara?, spyr Kolbrún.

Einfalda svarið er helst, at tá doyggja tær út og lívfrøðiliga margfeldi minkar í Føroyum. 

 

Tey kanna fjøllini, Lambafelli, Tungulívsfjall, Sátuna og Sandfelli við Gjógv (Mynd: Kollbrún í Haraldsstovu)

 

Mynstrið sæst um allan heim

Orsøkin til, at 120 lond eru við í hesi verkætlan, er, at so ber til at finna eitt mynstur runt heimin og kanska fáa svar upp á, hvat tað er sum planturnar reagera uppá. 

- Men tað er ongin ivi, at verðurlagsbroytingar eru orsøkin til, at lívfrøðiliga margfeldi broytist, eisini her hjá okkum, sigur Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur á Tjóðsavninum. 

 

1754851

Lurta eftir samrøðuni við Kolbrún í Summarmorgni. 

 


Hvør sentimetur verður kannaður nágreinliga (Mynd: Kolbrún í Haraldsstovu)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591