Børn skuldu doypast í miðøldini

Børn skuldu doypast í miðøldini
Í Kristinrættinum, sum ar galdandi í Føroyum fram til 1540, fingu menn bót frá biskupi, um teir ikki syrgdu fyri, at ein nýføðingur varð doyptur beinavegin.
 
27.08.2025 - 21:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1739471

 

Líka fram til trúbótina í 1540 høvdu vit tvinnar lóggávur í landinum, ta statsligu lóggávuna, sum kom í 1271, og ta kirkjuligu lóggávuna, sum var eldri.  

Tann kirkjuliga lóggávan varð nevnd Kristinrætturin og snúði seg um, hvussu ein skuldi liva sum kristin.

Brot á hesa lógina skuldu bøtast til biskup, og tey álvarsligastu brotini skuldu bøtast til biskup og kong í felag. 

 

Børn skuldu doypast

Frammarlaga í Kristinrættinum verður ásett, hvussu børn skulu doypast.

Ásetingarnar bera boð um ein dapran veruleika í miðaldarsamfelagnum, at vandin og títtleikin fyri barnadeyða var stórur.

Í lógartekstinum verður gjølla greinað, hvussu farast skuldi fram, um alt ikki gekk eftir vild. 

“Um barnið er føtt á lívi, og prestur er ikki nærindis, tá skal einhvør doypa tað, sum næstur er hjástaddur, so væl faðir ella móðir, um ikki onnur fólk eru har, og doypa barnið í vatni og siga hesi orð: Eg skíri teg í navni faðirs og sonar og heilaga anda. Hesum orðum skal hvørki leggjast afturat ella takast av, og ikki doypa í øðrum enn vatni. Ráki gevur ongan dóp, ei heldur kavi ella døgg uttan so, at vatn er gjørt av kavanum.” 

 

Skund at fáa barnið doypt

Um barnið doyði, áðrenn tað var doypt, varð tað roknað sum heiðið og kundi ikki verða grivið í kirkjugarði.

Tað var sera álvarsligt, og tí hevði tað eisini skund at fáa barnið doypt hjá presti, um barnið var borið væl í heim.

Ábyrgdin lá hjá foreldrunum og serliga pápanum at fáa tað til prest. Sagt verður soleiðis: 

“Men um maður heldur barninum ódoypt heima í fimm nætur uttan orsøk, tá skal hann gjalda biskupi 6 oyrar, men heldur hann tí heima í aðrar fimm nætur, skal hann gjalda biskupi 12 oyrar. Heldur hann tí heima fyri triðju ferð í fimm nætur, skal hann gjalda biskupi tríggjar merkur. Heldur hann fyri fjórðu ferð barninum heima í fimm nætur, skal hann gjalda biskupi 40 merkur, og skal kongur hava helvtina og biskupur hina helvtina. Heldur hann barninum heima longur, og barnið doyr heiðið, tá er hann útlagin og alt fæ hansara, og kongur skal hava helvtina og biskupur helvtina.” 

 

Andlig skyldfólk

Tað at vera við í einum barnadópi, hevði eisini víðfevndar avleiðingar. Tey gjørdust øll andlig skyldfólk, sum sambært Kristinrættinum vóru trífald: 

“Tað er í fyrsta lagi millum barnið, sum verður doypt, og tann, sum doypir ella heldur tí til dópin. Í øðrum lagi er tað millum tann, sum doypir ella heldur barninum til dópin og foreldur barnsins. Í triðja lagi er tað millum barnið, sum er doypt, og børn hjá tí, sum doypir barnið ella heldur tí til dópin. Av tí hava prestar andligan skyldskap við øll børn, sum teir doypa, og øll foreldur barnanna, og má prestsins barn ikki hava nakra likamliga samveru við tann, sum presturin áður hevur doypt.” 

 

Samvera við andlig skyldfólk

Kristinrætturin endar við eini áseting um, at “Hvør tann, sum hevur likamliga samveru við andligu skyldfólk síni, skal skiljast og ganga til skriftar og gjalda tríggjar merkur til biskup”.  

Í sambandi við heimadóp varð tó gjørt eitt frávik frá hesum, soleiðis at foreldur barnsins ikki noyddust at skiljast, um tey heimadoyptu barnið.

Annars var hetta ein av orsøkunum til, at tann katólska kirkjan við pávanum á odda kravdi, at prestar livdu ógiftir og kynsliga fráhaldandi. 

 

Brot úr Føroya søgu var samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" skuldi vera fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag í vetrarskránni 2024-2025. Í táttinum var sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Allir tættirnir í røðini "Brot úr Føroya søgu" kunnu hoyrast á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067