Reglurnar um fiskiskap á Føroyabanka skulu dagførast

Reglurnar um fiskiskap á Føroyabanka skulu dagførast
Ætlanin er at hava eina dagførda kunngerð til fiskiárið 2026
Í ár er fiskiskapurin á Føroyabanka skipaður eftir sama leisti sum í fjør. (Savnsmynd)
 
31.07.2025 - 08:09

Alt regluverkið fyri fiskiskapin á Føroyabanka skal eftirkannast og dagførast.

Tað boðar Fiskimálaráðið frá í ískoytispartinum av ólavsøkurøðu løgmans.

Føroyabanki varð latin uppaftur fyri vinnuligum fiskiskapi í 2022, og síðstu árini hava línuskip og útróðrarbátar havt loyvi at royna har í nakrar dagar. 

 

Sami leistur í ár

Í ár er fiskiskapurin á Føroyabanka skipaður eftir sama leisti sum í fjør. 

Men tørvur er á at kanna alt regluverkið aftur í sambandi við fiskiskapin á Føroyabanka.

Farið er undir hetta arbeiði, og ætlanin er at hava eina dagførda kunngerð til fiskiárið 2026, sigur Fiskimálaráðið í ískoytispartinum til ólavsøkurøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373