Gripirnir goymast innan Glyvur

Gripirnir goymast innan Glyvur
Fimm milliónir eru játtaðir til verkætlanina í ár
 
03.08.2025 - 14:53

Nýggi goymslubygningurin hjá Tjóðsavninum verður mest sannlíkt bygdur í Eysturoynni. 

Í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans verður upplýst, at Tjóðsavnið og Landsverk hava mælt landsstýrinum til at ogna sær eitt grundstykki Innan Glyvur til nýggjan goymslubygning.

5 milliónir eru játtaðar á fíggjarlógini til at útvega grundøki og gera byggiskrá í ár. 

Tað var á várið 2024, at blámusoppavøkstur varð staðfestur í goymsluni hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni 6  í Hoyvík. 

Neyðugt var tí at reinsa og flyta gripirnar úr savninum og inn í fyribils hølir.

List og fornminni goymast saman
Tað er tó ikki bara gripirnir hjá Tjóðsavninum, sum er hóttir av blámusoppi. 

Sambært ískoytispartinum til røðuna er eisini farið undir arbeiðið at reinsa og flyta listaverkini úr goymsluni á Listasavni Føroya orsaka av blámu-soppavøkstri.

Arbeiðið verður framt í 2025 og 2026 og er mett at kosta 6 mió. kr. íroknað konservering av fleiri listaverkum.

Í ískoytispartinum verður nevnt, at goymslan hjá Listasavninum er ov lítil, og ein langtíðarloysn er, at goymslan hjá Listasavninum verður hýst saman við nýggju goymsluni hjá Tjóðsavninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379