Kalas: Avslappandi og hugnaligt

Kalas: Avslappandi og hugnaligt
Við sínum klassisku ljóðførum, fóru tær fýra vinkonurnar, Døgg, Kristianna, Bjørt og Sigrið á pall á Torginum klokkan 19
Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass)
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.08.2025 - 20:08

Kalas átti fyrstu konsertina fríggjakvøldið.

Avslappandi og hugnaligt. Tað eru nøkur av orðunum, sum kunnu brúkast um konsertina hjá Kalas á ársins summarfestivali.

Og tey, sum vóru komin at lurta fegnast um, at klassiski tónleikurin eisini sleppur framat. "Hetter er nørdatónleikur" tók onkur skemtiliga til.

Tónleikararnir í Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun, Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, Bjørt Holm, og Sigrið F. Hansen.


Bjørt Holm spælir sello.


Døgg Jógvasdóttir á violinini.


Sigrið F. Hansen á kontrabassi.


Stovnaður í 2017

Fólkatónleikabólkurin Kalas varð stovnaður í 2017. Tær hava spælt bæði heima og uttanlands, serliga á fólkatónleikastevnum.

Í februar góvu tær ep-útgávuna Minnisgripir út.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360