Er Føroyingasøga eftirfarandi?

Er Føroyingasøga eftirfarandi?
Søgufrøðingar hava í skjótt 100 ár kjakast um, hvussu eftirfarandi Føroyingasøgan er, og kunnu vit rokna við, at eitt nú fólkini, sum verða nevnd, veruliga hava verið til?  
 
19.08.2025 - 21:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1695881

 

Føroyingasøga sigur frá hendingum í Føroyum tey okkurt um 65 árini frá umleið 975 til umleið 1040.  

Søgan snýr seg um, hvussu Føroyar komu undir norskt vald og kristindómur varð innførdur. 

Høvuðspersónarnir í søguni kenna tey flestu, Sigmundur Brestisson, Havgrímur í Hovi, Tróndur í Gøtu, Turið megineinkja, Tóra Sigmundardóttir og fleiri onnur.  

Søgan endar við eini frásøgn um, at versonur Sigmundar, Leivur Øssursson, verður einahøvdingi í Føroyum og góðtekur, at Noregs kongur er yvirharri hansara. 

 

Kjakast í 100 ár

Søgufrøðingar hava í skjótt 100 ár kjakast um, hvussu eftirfarandi henda søgan er.

Semja er um, at søgan er skrivað í Norðuríslandi umleið 1210-15, eftir øllum at døma í benediktinarakleystrinum í Tingeyri, har eisini søgan um Sverra kong varð skrivað um somu tíð.  

Greitt er, at summir partar av Føroyingasøgu eru skaldskapur, har høvundurin sjálvur finnur uppá. 

Men týðiligt er eisini, at sumt hevur hann frá einum heimildarmanni, sum hevði góðan kunnleika til rættarlig og landafrøðilig viðurskifti bæði í Føroyum og Noregi. 

 

Kenna ikki høvundan

Høvundan kenna vit ikki av navni, men vit vita, at ein onnur kend søga, Sverrissøga, varð skrivað av abbatinum í hesum kleystrinum eitt sindur fyrr og um somu tíð.  

Hann æt Karl Jónsson og undir skrivingini hevði hann tætt samband við Sverra kong.  

Serliga í tíðini 1185-88, tá ið hann sat saman við kongi og skrivaði, men eisini gjøgnum brævaskifti seinni.

Sverri kongur doyði í 1202 og Karl abbati í 1212 ella 1213. 

 

Sverri kongur vaks upp í Kirkjubø

Nærri kanningar av Føroyingasøgu sýna, at tað helst var samband millum høvundan og Sverra kong, sum í barna- og ungdómsárunum vaks upp hjá pápabeigga sínum, sum var biskupur í Kirkjubø.

Har fekk Sverri útbúgving sum prestur.   

Sannlíkt er, at tað var Sverri, sum segði Karl abbata søgurnar um Sigmund, Trónda og hini fólkini, sum høvdu livað í Føroyum útvið 200 ár frammanundan. 

Meðan nógv av Føroyingasøgu týðiliga er íslendskur skaldskapur, so er sannlíkt, at annað er grundað á frásøgnir av manna munni úr Føroyum. 

Í 1962 útgav Skúlabókagrunnurin eina føroyska týðing av Føroyingasøgu eftir Heðin Brú og Richard Long. 

 

 

Brot úr Føroya søgu var samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" skuldi vera fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag í vetrarskránni 2024-2025. Í táttinum var sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara. Allir tættirnir í røðini "Brot úr Føroya søgu" kunnu hoyrast á KVF Ljóð

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610