- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matkønur: Ræst hevur eisini uppiborið eina ella tvær Michelin-stjørnur

Rólanti Waag Dam, journalistur á Frihedsbrevet.fo, fylgir serliga væl við føroysku og norðurlendsku matstovuvinnuni.
Tískil vóru eygu og oyru hansara í dag klistrað til skermin, tá Michelin-stjørnurnar vóru latar norðurlendskum matstovum.
Stóri spenningurin var um, hvørt tað fór at eydnast matstovuni PAZ hjá Poul Andriasi Ziska at varðveita báðar stjørnurnar, ið mastovan fekk í fjør. Tað gjørdi PAZ.
Í øðrum lagi var eisini spenningur um, hvørt matstovan Ræst í gongini í Havn fór at sleppa inn í Michelin-hitan í ár. Tað slapp hon ikki.
Úr KVF-sendirøðini "Gastronomiskir úrmælingar á altjóða pallinum" (Mynd: Jónfinn Stenberg)
SÍ EISINI: "Gastronomiskir úrmælingar á altjóða pallinum", KVF 2020
PAZ varðveitt sínar stjørnur. Var tað væntað?
»Ja, alt annað hevði verið undarligt. PAZ kom syngjandi inn á yvirlitið í fjør og fekk tvær stjørnur, hóast tey tá høvdu havt opið í sera stutta tíð. Tað sigur nógv um PAZ - og tað sigur eisini nógv um tokkan, sum Michelin hevur til Poul Andrias Ziska. Síðani tá er støðið á PAZ bara hækkað. Tá tey so aftur í ár vórðu boðin til hátíðarhaldið, har Poul Andrias Ziska eisini var sjónligur á ymiskan hátt í almennum og óalmennum tiltøkum rundan um tiltakið, so hevði tað verið løgið, um PAZ ikki varðveitti sínar tvær stjørnur.«
Kundi tað hugsast, at PAZ fór at fáa tríggjar stjørnur, sum er hægsta metingin?
»Nei, ikki sum støðan er beint nú. Tað er stórur munur á tveimum og trimum stjørnum. Við tveimum stjørnum hevur tú framvegis loyvi at spæla og eksperimenterað. Og tað dámar Poul Andrias í løtuni. Sum kokkur er hann á støði við teir flestu, ið hava tríggjar stjørnur í Norðurlondum, men hann skal taka eina aktiva avgerð, um at fara eftir trimum stjørnum, um tað er tað hann vil. Og so skulu nakrar kringumstøður við matstovuni annars eisini laga seg eftir tí.«
Ræst var aftur í ár við sviðið soð, hóast tað í nógv ár hevur ljóða, at matstovan burdi fingið eina stjørnu. Hví heldur tú, at matstovan hevur ilt við at koma inn í hitan?
»Stutta svarið er, at umboð fyri Michelin ikki hava vitjað har í seinastuni. Tá tey vitjaðu á PAZ í fjør, vitjaðu tey ikki Ræst. Høvdu tey tað, so hevði Ræst fingið minst eina stjørnu - kanska tvær. Matur, vín og tænasta har er til tvær stjørnur. Men higartil hevur Michelin bara havt eyguni eftir Poul Andriasi í Føroyum. Tá tað er sagt, so mugu vit minnast til, at tað enn er stutt síðani, at Føroyar komu á Michelin-kortið. Og ein partur av tilverugrundarlagnum hjá Michelin er eisini ikki at geva alt burtur í einum. Soleiðis varðveita tey áhugan fyri yvirlitinum. Alchemist í Danmark hevur framvegis bara tvær stjørnur. Tað er ein gáta, hví so er. Og í nógv ár hevði Noma eisini bara tvær stjørnur. Men tað broyttist. Vónandi ger tað eisini tað hjá Ræst, tí tað hava tey uppiborið.«





















