Vetrarupphald í Føroyum kostaði nógv í 1298

Vetrarupphald í Føroyum kostaði nógv í 1298
Í gamlari tíð varð ikki ferðast tvørtur um hav um veturin, tí veðrið var so óstøðug. Tí kom fyri, at íslendingar og grønlendingar á ferð máttu seta upp í Føroyum fyri veturin
 
22.08.2025 - 16:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1718484

 

Hóast tey gomlu súðubygdu skipini vóru stór og góð, var vetraraldan hættislig og veðrið óstøðugt eins og nú.  

Tað kom tí fyri, at íslendingar og grønlendingar á ferð máttu seta upp í Føroyum fyri veturin. 

Eftir at Ísland og Grønland vórðu innlimað í tað norska kongsríkið í byrjanini av 1260-unum, øktist sambandið millum londini.  

 

Gjald fyri vistarhald

Hetta sæst eisini í tí kongligu lóggávuni, sum varð sett í verk í tíðini aftaná, bæði í sáttmálanum, sum kongur gjørdi við íslendingar í 1264. Har lovaði hann at senda seks skip til Íslands um árið.

Og í brævi hansara til føroyingar frá 1271, tá ið tann fyrsta norska ríkislóggávan varð send til Føroya, lovaði hann eisini at senda tvey skip til Føroya um árið.  

Í Seyðabrævinum frá 1298 er ein áseting um, hvussu nógv tey, sum settu upp í Føroyum fyri veturin, skuldu gjalda í vistarhaldi til bóndan, sum tey búðu hjá. 

 

Øl kostaði eyka

Vistarhaldspeningurin verður givin upp fyri 12 mánaðir, og um tann ferðandi einans ynskti mat og innivist, skuldi hann gjalda bóndanum, sum hann búði hjá, 300 alin í vaðmali. 

Men um hann ynskti øl á halgidøgum og føstudøgum, skuldi hann gjalda 400 alin.

Men um hann ynskti øl hvønn dag, skuldi hann gjalda 500 alin.  

Í mun til onnur gjøld, sum vit kenna til, eru hetta so stórar upphæddir, at talan má vera um gjald fyri heilar skipsmanningar.  

Hvussu stór ein skipsmanning kundi vera í hesi tíðini, síggja vit í tveimum íslendskum árbókum undir árinum 1299, har eitt skipbrot er skrásett við 50 druknaðum.  

 

Íslendskir høvdingar skipsbrotnir í Føroyum

Eisini hava vit úr hesi tíðini kunnleika til eina hending, har íslendskir høvdingar høvdu vetraruppihald í Føroyum.

Árna saga biskups, sum varð skrivað umleið 1300, sigur frá, at um veturin 1277-78 høvdu ikki færri enn tríggir av teimum mætastu monnunum í Íslandi vetrarupphald í Føroyum sum skipbrotnir.  

Teir vóru Hrafn Oddsson, sum var hirðstjóri, Þorvarðr Þórarinsson og so hin kendi søguhøvundurin, Sturla Þórðarson, sum var løgmaður. Hann var bróðursonur hin kenda Snorra Sturlason, sum skrivaði kongasøgurnar.

Sjálvur er Sturla Þórðarson kendur fyri at hava skrivað samtíðarsøgurnar um Hákun kong Hákunarson og son hansara Magnus kong Lógbøtara, sum skipaði ta statsligu lóggávuna í Føroyum í 1270-unum. 

 

Dýr læra

Tað er ikki óhugsandi, at vetraruppihaldið hjá hesum høvdingum hevði verið ein dýr læra fyri føroysku vertir teirra, sum tey enn mintust 20 ár seinni.

Helst er ásetingin um upphaldsgjald komin við í Seyðabrævið, eftir at føroyingar høvdu kært seg um, at tað økta ferðasambandið millum skattlondini førdi til ósemjur um, hvussu nógv teir høgu harrarnir, sum arbeiddu fyri kong, skuldu gjalda fyri vistarhald undir ferðing.

 

Brot úr Føroya søgu var samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" skuldi vera fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag í vetrarskránni 2024-2025. Í táttinum var sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara. Allir tættirnir í røðini "Brot úr Føroya søgu" kunnu hoyrast á KVF Ljóð

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Hósdag 18. desember
Kvørnin:"Stev", maður:glotti
201721
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604