Ísrael góðtekur uppskot frá Trump um vápnahvíld í Gasa

Ísrael góðtekur uppskot frá Trump um vápnahvíld í Gasa
Ísraelski uttanríkisráðharrin sigur, at Ísrael vil hava eina avtalu um, at allir gíslar í Gasa verða latnir leysir, og at Hamas leggur vápnini
Gideon Saar er uttanríkisráðharri í Ísrael.
 
08.09.2025 - 12:43

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, hevur góðtikið uppskotið hjá Donaldi Trump, forseta, um vápnahvíld í Gasa. 

Tað váttar Gideon Saar á tíðindafundi í sambandi við, at hann er á vitjan í ungarska høvuðsstaðnum Budapest í dag.

Hann sigur, at Ísrael vil hava eina avtalu, sum millum annað ber í sær, at allir gíslar í Gasa skulu latast leysir, og at Hamas leggur vápnini.

The Jerusalem Post skrivaði um vikuskiftið, at uppskot um avtalu er handað Hamas, sum ikki hevur gjørt viðmerkingar til tað.

 

Allir gíslar latast leysir

Sambært ætlanini, skal Hamas lata leysar allar 48 gíslarnar, bæði livandi og deyðar, saman dag, sum avtalan kemur í gildi.

Hinvegin fær Hamas persónliga trygd frá Trump, til ein langtíðar friðaravtala er undirskrivað, verður sagt.

Sambært uppskotinum vera millum 2.000 og 3.000 palestinskir fangar latnir leysir úr ísraelskum fongslum, og ísraelskar herdeildir steðga álopunum á landi í Gasa býi og taka seg partvíst aftur úr Gasageiranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329