- Tíðindi, mentan og ítróttur
Air Greenland 30 milliónir krónur í undirskoti av flogvallarflyting

Hon skuldi vera so góð fyri Grønland og Air Greenland, upplatingini av nýggju, altjóða floghavnini í Nuuk í november í fjør.
Upplatingin flutti stóran part av flúgvingini hjá Air Greenland til og úr Grønlandi frá Kangerlussuaq til Nuuk.
Og nýggi flogvøllurin hevur eisini tikið móti ameriknaska varaforsetanum, JD Vance, og franska forsetanum Emmanuel Macron.
Men flytingin hevur als ikki gingið so væl sum ætla fyri Air Greenland.
Frá pluss 60 til minus 30 mió. kr.
Vánaligt veður, glerstoyttar flogvallarbreytir og seinkingar í trygdareftirlitinum og brennievnisveitingin hava merkt, at Air Greenland, ið grønlendska landsstýrið eigur, væntar at enda árið við einum undirskoti uppá 30 milliónir krónur.
Væntað var annars eitt yvirskot upp á 60 til 75 milliónir krónur.
Hetta skrivar Check-In við støði í hálvársroknskapinum hjá Air Greenland, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR.
59 avlýsingar
Fyrsta hálvár hava 59 avlýsingar verið. Í sama tíðarskeiði í fjør, so upplivdu ferðafólk, ið flugu til Kangerlussuaq, einans tríggjar avlýsingar.
Orsøkin er, at veðurviðurskiftini eru meira umskiftilig í Nuuk enn í Kangerlussuaq, sum liggur longri inni í landinum, og er tí betur vart móti mjørka og ill- og kavaveðri.
Stjórin í Air Greenland, Jacob Nitter Sørensen, staðfestir, at felagið ikki hevur ávirkan á nógvar av avbjóðingunum, ið hava verið.
"Tá tað er sagt, so eru vit eisini ein partur av líkningini, og tí taka vit ábyrgd og gera tað, ið vit kunnu, soleiðis at raksturin kann stabiliserast, ."




























