Koyrdi 143 kilometrar um tíman

Koyrdi 143 kilometrar um tíman
Ein ungur bilførari misti koyrikortið á staðnum uttanfyri Kaldbakstunnilin
 
13.09.2025 - 09:54

Ein ungur bilførari misti koyrikortið á staðnum í gjár uttanfyri Kaldbakstunnilin, Kaldbaksmegin. Viðkomandi koyrdi 143 kilometrar um tíman, og tað er nógmikið at taka koyrikortið á staðnum. Bilførarin er eisini skuldsettur fyri at hava yvirhálað tvørtur um sperrilinju á vegnum.

Hinumegin tunnilsmunnan, í Kollfjarðadali, varð ein annar bilførari eisini tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi 116 kilometrar um tíman og fekk treytaða frádøming.

Og á Nesi fór ein bilur við fimm ungfólkum út av vegnum klokkan 1 nátt. Talan var tó ikki um nakað álvarsligt bilóhapp.

Og so sigur løgreglan, at tey hava klipt plátur í Klaksvíkar kommunu í nátt. Seks bilar mistu pláturnar, so tað ræður um at hyggja eftir, um bilurin hevur nummarplátu, áðrenn farið verður avstað í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576