- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin í Havn hevur ikki noktað fólki grind

Tað hevur verið eitt sindur av misnøgd, bæði á sosialum miðlum og aðrastaðni, eftir at tað kom fram, at Tórshavnar kommuna segði nei takk til at fáa 100 hvalir frá grindini í Fuglafirði í gjárkvøldið.
Andstøðupolitikarar hava givið ilt av sær og fleiri onnur við, og serliga er tað Elsa Berg, borgarstjóri, sum hevur staðið fyri skotum, fyri at hava noktað at taka ímóti grindini.
Sambært Jacob Vestergaard, sýslumanni, høvdu bæði hann og Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, bjóðað havnarfólki 100 hvalir at býta út til borgararnar, serliga tí at verri enn so øll í Havn fáa burturav, tá grind er í høvuðsstaðnum.
Kommunan segði nei takk, men sambært Elsu Berg, borgarstjóra, er hon í grundini bara boðberi. Gamaní fekk hon fyrispurningarnar frá starvsfelaganum í Fuglafirði og frá sýslumanninum í norðurøkinum, men tað var eitt tilmæli frá umsitingini hjá kommununi, sum var orsøkin til, at kommunan ikki tók av tilboðnum.
- Vit spurdu umsitingina, hvat vit skulu siga til tilboðið, tí vit vilja fegin, at borgararnir í Havn eisini fáa grind, men umsitingin mælti frá, tí tað var ógvuliga trupult at fáa alt riggað til seint eitt leygarkvøld ella sunnunátt, og tí tilmælinum valdi eg at fylgja, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Hon vísir staðiliga frá sær, at hon noktaði at taka ímóti grindini.
- Tá eitt slíkt arbeiði skal setast í verk skulu nógv fólk í gongd, og tí spurdu vit umsitingina. Og har var svarið, at tað var trupult at fáa alt skrúvað saman soleiðis, at vit áttu at siga ja, sigur hon.
Eitt, sum uggar hana, er, at fólk sjálv, ella eigarafeløg, sum tey sláa seg saman, kunnu fara til Fuglafjarðar at fáa sær grind. Tí, sum skilst er so mikið nógv til, at tað er nokk at fáa.
Annars er nú greitt, at Tórshavnar kommuna ikki er tann einasta, sum ikki fekk grind. Upprunaliga hevði Eysturkommuna sagt ja, men har hendi ein misskiljing soleiðis, at tá tey fóru eftir grindini, var hon latin øðrum. Tað harmar Per Martin Gregersen, borgarstjóra, tá mann nú hevði boðað frá at mann hevði tikið av, men annars er hann í somu støðu, sum starvsfelagin í høvuðsstaðnum.
- Tað er eitt stórt apparat, sum skal í gongd, og tað kann vera tungt at fáa í lag, tá vikuskiftið er og kanska serliga seint eitt leygarkvøld, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu.
Trýst á leinki og hoyr innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.00:


























