Rubio: Hamas nýtir palestinar sum skjøldur í Gasa

Rubio: Hamas nýtir palestinar sum skjøldur í Gasa
Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur verið á vitjan í Ísrael. Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at Hamas-álopið verður ongantíð gloymt
Marco Rubio, uttanríkisráðharri í USA, og Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Jerusalem.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2025 - 14:01

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hava havt fund í Jerusalem, og á tíðindafundi aftaná segði Netanyahu, at álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktobur verður ongantíð gloymt.

- Takk fyri stuðulin úr USA, segði Netananyahu.

Eisini Trump, forseti, varð heiðraður:

- Hann er besti vinur, sum Ísrael nakrantíð hevur havt í Hvítu húsunum.

Marco Rubio segði, at Hamas skal lata allar gíslar leysar alt fyri eitt.

- Tað var ein grumm gerð, segði Rubio og vísti til álopið 7. oktobur.

 

Óvikandi stuðul

Rubio legði afturat, at USA er óvikandi í stuðli sínum til Ísrael, tá talan er um at røkka teimum málum, sum eru sett í krígnum í Gasageiranum.

Amerikanski uttanríksráðharrin segði eisini, at tað var neyðugt at leypa á Iran fyrr í ár, tí landið er í holt við at menna kjarnorkuvápn.

Tíðindafólk spurdu Marco Rubio um støðuna í Gasa, og tá svaraði hann, at Hamas nýtir palestinar sum skjøldur í Gasageiranum.

- Hamas kundi lagt vápnini í stundini, og tað hevði tænt palestinsku søkini, segði hann.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði á tíðindafundinum, at Ísrael tekur fulla ábyrgd av álopinum á Hamas-leiðarar í Doha í Katar í seinastu viku.
 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302