Frí fosturtøka aftur í tingið týsdagin

Frí fosturtøka aftur í tingið týsdagin
Fýra tingfólk - trý úr samgonguni og eitt úr andstøðuni - leggja nú fram lógaruppskot um at broyta fosturtøkulógina. Lógaruppskotið verður væntandi lagt fram týsdagin
Karlot Hergeirson úr Framsókn og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum leggja nú fram aftur uppskotið um fría fosturtøku í 12. viku fyri løgtingið saman við Igilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2025 - 18:26

Fýra tingfólk - trý úr samgonguni og eitt úr andstøðuni - leggja nú fram lógaruppskot um at broyta fosturtøkulógina.

Lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið í næstu viku, væntandi á tingfundinum týsdagin, tá framløga er á skránni. 

Talan er um sama lógaruppskot, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, legði fram á vári í fjør.

 

Frí forsturtøka til 12. viku

Uppskotið var at loyva fría fosturtøku til 12. viku. 15 atkvøður vóru fyri, og 15 ímóti, so uppskotið fall.

- Vit hava eina vón um, at tað fer ígjøgnum. Annars høvdu vit ikki lagt tað fram. Broytingar hava verið í nevndum, í landsstýrinum og í tingbólkum, so jú vit vóna, at hetta kemur í gjøgnum, sigur Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna.

Fýra samgongufólk - tvey úr Framsókn og tvey úr Javnaðarflokkinum - atkvøddu ímóti.

 

Tey fýra tingfólkini, sum nú leggja lógaruppskotið fram, eru Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirson úr Framsókn og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum.

- Tað er umráðandi at fáa málið fram aftur áðrenn eitt val, tá samansetingin av tinginum møguliga verður øðrvísi, sigur Karlot Hergeirson. 

 

1764709

 

Hervør tekur sætið aftur

Tað eru bara tríggjar vikur síðani, at Hervør Pálsdóttir fór í barnsburðarfarloyvi úr løgtinginum.

Men hon tekur sætið aftur á løgtingi, nú lógaruppskotið um at broyta fosturtøkulógina verður lagt fyri tingið. 

- Tað snýr seg um, at kvinnur í Føroyum skulu fáa rættin at velja, og eg vil gera alt, sum eg kann fyri, at tað hendir. Tí vil eg heldur vera innanfyri, nú tá tað er størri møguleiki fyri, at tað kemur í gjøgnum, enn at sita uttanfyri og hyggja at, sigur hon. 

 

1764702

 

Eyðdis Hartmann Niclasen er burturstødd í løtuni og er tí ikki við í innslagnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552