Nevndarforkvinnan: Óheppið at nevndarlimir ikki upplýsa síni áhugamál

Nevndarforkvinnan: Óheppið at nevndarlimir ikki upplýsa síni áhugamál
Fíggjarnevndarlimurin Dennis Holm er kassameistari í felag, sum fekk tilsøgn um stuðul úr fíggjarnevndini, men tað visti Eyðgunn Samuelsen ikki
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2025 - 13:20

Tað er óheppið, at fíggjarnevndarlimir ikki upplýsa um síni áhugamál, tá fíggjarnevndin viðger umsóknir um at játta pengar.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, nú tað er komið undan kavi, at fíggjarnevndarlimurin Dennis Holm eisini er kassameistari í Vágs Sóknar Bygdasavni, sum fekk tilsøgn um eina millión krónur í stuðli úr fíggjarnevndini. 

Eyðgunn Samuelsen visti ikki, at tann eini fíggjarnevndarlimurin hevði stór áhugamál í verkætlanini, sum Vágs Sóknar Bygdasavn bað um pengar til. Og sjálvur sá Dennis Holm onga orsøk vera at kunna nevndina um tað.

 

Dennis Holm. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Milliónin til maritima mentanardepilin í Vági bleiv standandi í fíggjarlógarálitinum, og samgongumeirilutin samtykti at játta pengarnar, tá fíggjarlógaruppskotið kom til atkvøðugreiðslu eftir 2.viðgerð í gjárkvøldið. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17122025_Eydgunn_um_Dennis

 

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2026 kemur til 3.viðgerð í løgtinginum í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375