Eingin ólavsøka uttan Christian

Eingin ólavsøka uttan Christian
Tað er neyvan komið fyri á nakrari midnáttarsangløtu ólavsøkukvøld, at "Einki er sum summarkvøld við strendur" og "Nú nemur náttin við smærur" ikki hava verið sungnir
 
17.12.2025 - 18:20

Av øllum tí, sum Christian hevur yrkt, eru serliga tveir sangir, ið eru vorðnir so fólksligir, at flest øll munnu komast við teir. 

Tað er neyvan komið fyri á nakrari midnáttarsangløtu ólavsøkukvøld, at hesir báðir ikki standa í sangheftinum. "Einki er sum summarkvøld við strendur" og "Nú nemur náttin við smærur", sum teir nú verða kallaðir.

Hetta eru so vakrar og stórbærar náttúrulýsingar á góðum, reinum og livandi máli, at øll gerast hugtikin og kenna seg sum eitt við fosturlandið, hóast sangirnir eru yrktir fyri útivið hundrað árum síðani.

Eitt annað, sum ger hesar sangirnar ódeyðiligar, eru yndisligu og dygdargóðu løgini, sum Jógvan Waagstein og Hans Jacob Højgaard hava smíðað til yrkingarnar.


SUMMARKVØLD
yrkt: Chr. Matras
lag: Hans J. Højgaard

Einki er sum summarkvøld við strendur.
Hvítar lýsa gjar- og flidna-rendur.
Standa menn á nesjum og á tongum.
Bátur rør við áratøkum longum.

Veksur flóð og neyvan tú tað grunar.
Eiðasørt á nøkrum flúri runar.
Syftast fagrir fiskar fram við strendur,
meðan dagur leggur saman hendur.

Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið.
Kámast agnið, her eg sjálvur standi.
Áraknarr og syftan millum flesja.
Hómast valla land ímillum nesja.

Fram við landi eftir taragrunni
hava blankar beitur støðugt runnið.
Sleiskast alt hjá monnunum á tanga.
Ein og ein teir heim til húsa ganga.

 

DIMMIÐ
yrkt: Chr. Matras
lag: Jógvan Waagstein

Nú nemur náttin við smærur.
Nú dimmir í blánandi líðum.
Nú hoyrist so náttarvarur
ein meldur av ljódligum íðum.

Og áin um midnáttartíma
slær doyvandi ljóð út um fløtur.
Og fólk eins og skuggar rýma
um tún og um døggvátar gøtur.

Og fjallið hvílist í kvirru.
Bert dunið frá dimmilunda.
Nú durvar eitt hav í kyrru.
Til bóla seyðirnir stunda.

Nú blunda blóma og smæra.
Nú skýmir um røkur og líðir.
Ein varligur dráttur í tara
Nú náttin um oyggjarnar sígur.

 


Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Christian Matrs

 

Orð í mæti

Er nakar, sum tók eftir Christian Matras í arbeiðinum fyri føroyskum máli, fær tað valla verið nakar annar enn Jóhan Hendrik Winther Poulsen, málfrøðingur. Christian mundi vera stóra fyrimynd hansara. 

Jóhan Hendrik hevur sjálvur sagt hvussu stimbrandi tað kendist honum at sleppa at arbeiða saman við Christiani seinast í fimmtiárunum, tá økta útgávan av Føroysk-donsku orðabókini hjá Christiani og M.A. Jacobsen frá 1927, var endurútgivin í 1961. 

Jóhan Hendrik hevur í grein, sum prentað er í riti til heiðurs fyri Jóhan Hendriki, hugleitt um mæta málrøktarmannin:

 

Jóhan Hendrik um Christan Matras: 

Sum málrøktarmaður, ið vildi grøða sítt hart roynda móðurmál, hevur hann (Christian Matras) ivaleyst fingið tær størstu avbjóðingar og tileggjanir júst í glímuni við at flyta fremmandan tekst yvir í føroyskt mál. 

Tann, ið skrivar upprunaligan tekst, vil ofta halda seg til tað mál, ið hann hevur - tað spyrst sjáldan málslig stórbroyting burturúr.

Øðrvísi er við honum, ið týða skal. Tá verður í heilum tann støða, at tað tróta orð. Her noyðist so týðarin at spenna seg út sum skapara og loysa málið "úr síni orðleysu neyð", sum Christian tekur til í megnaryrkingini "Á hellu eg stóð" - her er tað lendið, ið biður loysa seg úr síni orðleysu neyð.

Men hetta kann væl flytast yvir á virki hansara við at menna føroyskt nútíðarmál. Var tað nakað, ið neit at málinum, so var tað orðloysi, serliga tá ið tað galt um at orðbera seg uttan fyri tað gamla og tilvanda. Alt, sum hevði ligið á láni í langa tíð, skuldi vinnast aftur eftir ongari tíð.

Christian sá, sum samherjar hansara og undanmenn í málreinsingarverkinum, at her mátti tolið og miðvíst arbeiði til - men eisini var at hava hógv, ikki lata alt hetta koma sum eitt óløgi, sum kundi hava alt av grundum ella lata ta nýggju bótina vera ov ásýniliga, so at hon samtykti ikki gamla búnan. Tí var at bera at við hegni og smakkvísi.

 

Hesi bæði runnu saman í hægri eind hjá Christiani, sum hevði tann tvífalda fyrimun at vera í senn hálærdur í máli sínum gomlum sum nýggjum og at vera vælsignaður við yrkjaragávum fram um onnur. Altíð lá honum málsins røkt og vælferð á sinni, og eg veit, at tað neit honum sárt í hjarta at hoyra ella síggja tí misboðið.

Eg minnist, sum tað var í gjár, at hann helt eina røðu í eini veitslu í studentafelagnum í Keypmannahavn tíðliga í fimmtiárunum. Hon snúði seg mest um tað afturstig í stílkenslu, hann í seinastuni hevði varnast hjá mongum, ið skrivaðu og talaðu føroyskt mál. Henda røða nam við síni manandi áheitan við djúpar lindir í samvitskuni og rennur mær ofta til hugs, tá ið eg skal royna at seta okkurt saman á føroyskum.

Eisini stendur mær klárt í minni ein røða, hann helt í føroyska Keypmannahavnarútvarpinum, sum hann var málsligur ráðgevi og ábyrgdarmaður hjá. Hetta hevur verið um 1950. Hann talaði av snild um málrøktina og bar hana saman við arbeiðið hjá urtagarðsmanninum.

Tað var altíð njóting at hoyra hann taka til máls - málbúnin var altíð bæriligur og reinur. Heldur seinmæltur var hann, sum um hann vildi leita fram rætta orðið í huganum, áðrenn hann læt tað av munni.


Ein nógv eldur Christian Matras í stovuni í heiminum á Varðagøtu í Havn. Jóhan Hendrik Winther Poulsen situr undir liðini á Christiani

 

Nýyrði

Nøkur ítøkilig dømi um orðasmíð hjá Christiani Matras eru nevnd niðanfyri. Hetta eru orð, sum Christian hevur lagað til nýføroyskt grundað á granskingararbeiði í fornnorrønum og øðrum tekstum.

gagnnýta
sannkenna
skilmarka
ráksnúgvin (opportunisktisk)
trábeitin (fanatisk)
jaligur
neiligur
snyril
røðil/fjarrøðil 
gervi (gir)
mýl (molekyl)
fróðskapur

 

Eg fann teg í kvæðum

Í 1938 kemur í ljósmála ein av magnfullu og kendastu yrkingum Christians. 

Hon stendur sum glæsilig stevnuyvirlýsing yvir sjálvum lívsgerningi hansara - kallinum at halga seg móðurmálinum og viljanum at útinna í verki samtyktina í grein 1 á Jólafundinum í 1888 um "at fáa Føroya mál til æru".

Regin Dahl hevur sett lag til yrkingina, og á ólavsøku í ár  framførdi stóra kórið yrkingina á Tinghúsvøllinum. Pauli í Sandagerði, sum hevur gjørt satsin, stjórnaði framførsluni.

 

Móðurmálið
yrkt: Ch. Matras
lag: Regin Dahl

Eg fann teg í kvæðum,
sum fólksins varrar lyftu úr øld í øld,
eg fann teg í søgum
og sagnatali, har fólksins brøgd vóru tøld,
eg fann teg í mjúkum barnaljóði,
sum sungið varð vetrarkvøld.

Eg fann teg í orðum,
sum møður mæltu stákandi inni við eld,
eg fann teg í teimum hyggjuráðum,
ið orðatøk vóru telgd,
eg fann teg í teimum føgru nøvnum
á fjøllum, áum og deld.

Eg fann teg hjá einsligum stórmennum,
ið festu teg fyrst á blað,
eg fann teg í tí væna ljóði,
sum skaldið um oyggjarnar kvað -
eg fann teg nú aftur, nú andi tín
teg loysa úr fjøtrum bað.

 

Seinni partur í røðini

Hóskvøldið sendir Kringvarpið seinna part av røðini um Christian Matras í sjónvarpinum.

Seinni partur hevur fingið heitið "Og gott var at vera menniskja".  

Fyrri partur, "Hvat gat eg sagt", kann síggjast á KVF Sjón

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870