Javni sóknast eftir nissuhúgvum

Javni sóknast eftir nissuhúgvum
Hugskotið byggir á, at vit brúka tógv, sum longu liggur heima - eitt nú restir frá øðrum bindiverkætlanum, sigur Katrin Jacobæus
 
22.09.2025 - 10:22

Javni hevur leingi viljað gjørt altjóða brekdagin sjónligari í Føroyum, men tað hevur víst seg at vera trupult, tí 3. desember eru fólk bundin av so mongum øðrum.

Nú verður farið undir nýtt tiltak, sum hevur til endamáls at fáa so nógv sum gjørligt at binda eina nissuhúgvu til Javna.

Katrin Jacobæus, dagligur leiðari hjá Javna, sigur, at endamálið bæði er at varpa ljós á altjóða brekdagin og savna pening til Javna.

Uppskriftin sæst á hesum leinki, men ymiskar húgvur eru vælkomnar. Tiltakið endar við nissuhúgvusølu tann 3. desember.

- Hetta binditiltakið er eitt gott amboð - bæði tí tað er hugnaligt og gevandi hjá teimum, sum binda, og tí húgvurnar kunnu gleða onnur og samstundis geva Javna fíggjarligan stuðul.

Hetta uttan at fólk skulu geva pening beinleiðis, vísir Katrin Jacobæus á.

 

1764628

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203