Jørgen Leth er deyður, 88 ára gamal

Jørgen Leth er deyður, 88 ára gamal
"Eg vil minnast sum ein, ið segði sína hjartans meining," segði Jørgen Leth í samrøðu í Aftenshowet í juni. Í kvøld andaðist rithøvundin og filmsleikstjórin, 88 ára gamal
Jørgen Leth er deyður, 88 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
29.09.2025 - 22:55

Í Danmark syrgja og minnast tey í kvøld kenda rithøvundan og filmsleikstjóran Jørgen Leth, sum í kvøld andaðist 88 ára gamal. 

Tað var familjan, ið kunngjørdi andlátið umvegis bókaforlagið Gyldendal. 

Hóast Jørgen Leth var kendur rithøvundi og filmsleikastjóri, so er tað kanska sum Tour de France-viðmerkjara, at fólk flest kendu hann. 

Jørgen Leth hevði stóran tokka til bæði súkkluítróttina og Frakland, og hann evnaði í orðum at lýsa hendan tokka á ein sera poetiska hátt. 

 

"Eg segði mína meining"

Í sambandi við hansara 88 ára føðingardag 14. juni í ár, var Jørgen Leth gestur í kendu DR-sendingini Aftenshowet.

Spurdur, hvussu hann ynskti, at fólk skuldu minnast hann, tá hann einaferð fór her frá, segði Jørgen Leth: 

"Eg havi ikki tørv á at fólk minnast meg sum ein fittan fýr. Tað tími eg ikki at gruna yvir. Eg vil kunna siga mína hjartans meining."

Í kvøld streyma minningarorð og kvøður út á sosialu miðlarnar frá høgum og lágum, eitt nú frá danska mentamálaráðharranum, Jakob Engel-Schmidt. 

 

Eisini bókaforlagið hjá Jørgen Leth, Gyldendal, hevur skrivað rithøvundanum eina kvøðu í kvøld. 

Simon Pasternak, stjórin í Gyldendal Skønlitteratur, skrivar:

”Jørgen Leth er død. Stemmen er blevet tavs: den dybe, lidt nasale Jørgen Lethske stemme, der kunne lægge den perfekte frasering ind over alting – fra Eddy Merckx og Godard til en saglig og detaljeret kærlighed og ja, døden selv.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457