Føroyar varðveita kredittmetingina

Føroyar varðveita kredittmetingina
Aa2 er triðja hægsta meting hjá Moody's
Styrkismetingin, ratingin, er Aa2, við støðugum útlitum.
 
30.09.2025 - 11:27

Føroyar varðveita somu kredittmeting hjá Moody’s, sum var her í juni.

Styrkismetingin, ratingin, er Aa2, við støðugum útlitum.

Aa2 er triðja hægsta meting hjá Moody's. Ratingarlistin hevur 21 stig.

Onnur lond, sum hava hesa meting, eru Qatar, Sameindu emirríkini og Suðurkorea, skrivar Landsbankin.

 

Lættari at fáa lán

Hann sigur, at tað hevur týdning at fáa eina góða meting, tí fleiri íleggjarar vilja læna Føroyum pengar. 

Hon ávirkar eisini, hvørja rentu landskassin skal lata.

Landsbankin sigur, at samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina Aa2 millum annað, at Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði, góð rakstrarúrslit fyri løgur, stórt gjaldføri og lutfalsliga lítla skuld.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846