Vænta at hava javnvág í rakstrinum í ár

Vænta at hava javnvág í rakstrinum í ár
Ætlanin er at lækka tunnilsgjøldini, tá Eystur- og Sandoyartunlar hava avlop, sigur løgmaður
Sum støðan er nú, fara Eystur- og Sandoyartunlar at hava avlop í 2027 ella 2028, og tá kunnu gjøldini lækka, sigur løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2025 - 09:28

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevur javnvág í rakstrinum í ár.

Tað sigur úrslitið í fyrra hálvári.

Og felagið fer væntandi eisini at hava javnvág næsta ár.

Sum frá líður ber væntandi til at lækka tunnilsgjaldið.

Men enn er ikki endaliga staðfest, um raksturin er í javnvág uttan ferðslustuðul, sum er sjey milliónir krónur. 

 

Eingin ferðslustuðul, men lítið veðhald

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026 er eingin ferðslustuðul. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Jaspur Langgaard, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, sum spurdi um tunnilsgjaldið og um lanskassaveðhaldið í tunlunum.

Í ár eru játtaðar 12 mió. kr. til veðhald.

Felagið brúkar tríggjar milliónir og 440.000 kr. í ár.

Fyri at vera varin er ein millión krónur sett av til veðhald næsta ár.

Ætlanin er at lækka tunnilsgjøldini, tá felagið hevur avlop, sigur løgmaður. 

Sum støðan er nú, verður tað í 2027 ella í 2028.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985