Pisa-kanningin verður nú fjórða hvørt ár

Pisa-kanningin verður nú fjórða hvørt ár
Næstu ferð, føroyskir næmingar skulu til Pisa-kanning, verður í 2029, og úrslitini verða kunngjørd í 2030
Pisa kanning
Mynd: Savnsmynd  
 
18.09.2026 - 12:00

Broytingin í Pisa-kanningini merkir, at føroyskir fólkaskúlanæmingar skulu til kanning fjórða hvørt ár, heldur enn triðja hvørt ár.

Tað sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

OECD skipar fyri Pisa-kanningini.

Føroyar eru ikki limir í OECD, men hava kortini luttikið í kanningini síðani 2006 sum partur av donsku luttøkuni.

Føroyar eru tó ikki við í donsku tølunum. Føroysku úrslitini verða viðgjørd fyri seg og eru tøk í Føroyum, samstundis sum møguligt er at samanbera tey við úrslit úr øðrum londum.

Síðani 2006 hevur kanningin verið gjørd triðja hvørt ár í Føroyum, við undantaki av broytingini, sum kom í sambandi við koronufarsóttina.

Nú verður kanningin gjørd fjórða hvørt ár.

Næstu ferð føroyskir næmingar í 9. flokki skulu til Pisa-kanning, verður í 2029. Úrslitini verða almannakunngjørd í 2030.

Kostnaðurin fyri føroysku luttøkuna hevur verið mettur til umleið 300.000 til 400.000 krónur um árið í trý ár. Tá eru kanningin, loyvir og frágreiðing íroknað.

Tá kanningin frameftir verður fjórða hvørt ár heldur enn triðja hvørt ár, verður hon eisini bíligari, sigur Eyðun Gaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672