Grønlendski landsstýrisformaðurin hildið røðu í ES-tinginum

Grønlendski landsstýrisformaðurin hildið røðu í ES-tinginum
Hetta er fyrstu ferð, at ein grønlendskur leiðari heldur røðu í ES
Jens- Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, á røðarapallinum í ES-tinginum.
Mynd: Christophe Petit Tesson/EPA/Ritzau Scanpix  
 
08.10.2025 - 15:20

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik  Nielsen, hevur í dag hildið røðu í ES-tinginum í Strasbourg.

- Í Grønlandi halda vit góðar møguleikar vera í samstarvinum við ES. Vit eru fegin um stuðulin, vit fáa. Seinastu mánaðirnir hava verið undarligir, segði landsstýrisformaðurin í røðuni, skrivar Sermisiaq.

ES hevði boðið Jens-Frederik Nielsen at halda røðu. Hetta er fyrstu ferð, at ein grønlendskur leiðari heldur røðu í ES-tinginum.

Jens-Frederik Nielsen sigur, at samstarvið við ES verður til fyrimunar fyri allar partar.

 

 
Jens- Frederik Nielsen og Roberta Metsola, forkvinna í ES-tinginum. (Mynd: Frederick Florin/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Sterkur felagi

Roberta Metsola, forkvinna í ES-tinginum, sigur, at Grønland fer altíð at vera ein sterkur felagi Evropeiska Samveldinum. 

Hon vísir á eitt nú fiskivinnuavtaluna millum ES og Grønland og sigur, at ES er til reiðar at víðka samstarvið um ráevni og grøna orku.

Politikararnir í landstinginum fara í hesi tingsetuni at taka støðu til at játta pening til ein frágreiðing um fyrimunir og vansar við ES-limaskapi. 

ES-nevndin hevur boðað frá, at ES fer at tvífalda stuðulin til Grønlands upp í fýra milliardir frá 2028 til 2034.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815