Hanus G. deyður, 75 ára gamal

Hanus G. deyður, 75 ára gamal
Tulkingar Hanusar av yrkingum Pól F. rukku út til og inn í føroysk hjørtuni, heldur Knút H. Eysturstein, tónleikafrøðingur, nú Hanus G. er farin um sýn
Í sambandi við, at Hanus G. fylti 70 ár skipaði Aldubáran fyri einari konsert við stóra trubadurinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.10.2025 - 20:18

Leygarnáttina doyði fólkakæri vísusangarin Hanus G. Johansen, 75 ára gamal. 

G-ið hjá Hanusi stóð fyri Gjærdum, tí mamma Hanus var ættað av Strondum. 

Tað er serliga samværi millum løgini hjá Hanusi G. Johansen og yrkingarnar hjá Hargarskaldinum Pól F. Joensen, ið gjørdu Hanus G. til fólkaogn, heldur Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur. 

"Tað er í samspælinum við Pól F., at Hanus G rakar nakað serstakt, ið røkkir út til ótrúliga nógv fólk, og tað er bæði við teimum samfelagsatfinningarsomu og teimum eymu og kærleiksfullu yrkingarnar."   

Hoyr innslagið í útvarpstíðundunum um Hanus G:

 

Hanus_G_farin_um_syn

 

Føroya fyrstu gøtumusikantur

Hanus bleiv borin í heim í 1950 og vaks upp í Klaksvík.

Longu í ungdómsárum gekk hann egnar leiðir og var helst fyrsti gøtumusikantur í Føroyum.  

Mong eru tey, ið minnast rebelska unglingin, sum sat við gittara og sang á posthústrappuni í Klaksvík.

 

1972 lyklaár

Í 1970 fer hann til Danmarkar á tónleikaháskúla í Jútlandi. Har hevur hann sína fyrstu framførslu sum einstaklingur. 

Heimfluttur í 1972, er stórur Beatfestivalur í Klaksvík. Tá sæst hann í bólkinum Dirty Rag Rags.

Hanus er eisini einsamallur á palli við meira vísukendum sangum á somu konsert hetta árið.  

 

Omma Ludvík

Í 80-unum síggja vit hann sum part í stóra Frændur-kollektivinum, og í kvøðuljómunum hoyrist hann syngja um ommuna Ludvík, og brátt duga bæði stór og smá henda barnasangin uttanat.

Hanus er nú av álvara farin at smíða løg og at lesa føroyskar yrkingar at seta løg til. Hann finnur íblástur í tekstum hjá eitt nú Hans Jacob Glerfoss og Tummas Napoleon Djurhuus.

Á savnsplátuni Ung 85 renna vit okkum aftur í Hanus. Tá framførir hann við egnum lagi yrkingina "Átjan" hjá Tongla Tummasi. 

Hanus G.

Frítekst tagging: 

Mynd: Sonja Wang Hansen

 

Hanus G og Poul F vóru andsfrændur

So ein dagin gongur Hanus seg av tilvild fram á Pól F.  Nornan hevur spunnið lagnutráðin.

Í Pól F. finnur Hanus sín andsfrænda. Okkara fyrsti samfelagsatfinnari, sum djarvur og bersøgin skifti ímillum tað bondska og inniliga í sínum yrkingum, átti tann klangbotnin, sum trubadururin kendi seg aftur í. 

Samværi millum trubadurin út Klaksvík og skaldið úr Sumba rakk bæði langt út til og langt inn í føroysku hjørtu í øllum landinum. 

 

LES EISINI: FMA 2024: Hanus G. heiðraður við ársins tónleikaheiðri

 

Aldubáran og Hørpuspælarin

Hanus kastaði seinni saman við klassiska tónleikabólkinum Aldubáran, men í øllum hevur Pól F. verið trúgvi fylgisneytin síðani 1988, útgávurnar "Hørpuspælarin" og "Á fold eru túsund gudar", eru dømi um hetta kraftmikla samværi, ið toyggir seg yvir mørk, sum spenna frá lívsins foldarmeldri yvir í ævinleikans útstrendur.

Í drúgt áramál hevur hann ríkað okkum føroyingar við sínari eyðkendu sangrødd og hugtakandi løgum og tulkingum av dygdargóðum skaldskapi, ið fevnir víða í dýpd, kæti og fynd.

Fyri henda ríka førning, fekk Hanus G. Johansen í 2019 "Mentanarvirðisløn landsins", sum bleiv handað tónlistamanninum í Sjónleikarhúsinum í Havn. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

LES EISNI: Hanus G. Johansen fær Mentanarvirðislønina 2019

 

Og í 2024 fekk Hanus G. eisini handað "Ársins tónleikaheiður" í sambandi við, at FMA-heiðurslønirnar blivu handaðar

Farvæl, Hanus G. Vit fara at sakna teg. 

 

ARSINS_TONLEIKAHEIDUR_Hanus_g


 

SÍ EISINI: FMA 2024

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. november
Breddin: Fólkaskúlin og námsferðir
200083
Týsdag 18. november
Morgunlestur týsdagur 18.november 2025
200059
Mánadag 17. november
Orðaval #26: Nýggj orð
200030
Mánadag 17. november
Hattar var hattar, nú koma keppar
200025
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. november
Veðrið
200113
Týsdag 18. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
200076
Mánadag 17. november
Góða mamma - teknmálstulkað
200064
Mánadag 17. november
Veðrið
200043