Hanus G. Johansen fær Mentanarvirðislønina 2019

Hanus G. Johansen fær Mentanarvirðislønina 2019
Hanus G. Johansen, sum ígjøgnum eina hálva øld hevur spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum, fær í ár Mentanarvirðisløn landsins
Hanus G. Johansen fær í ár Mentanarvirðisløn landsins, er júst kunngjørt á almennari samkomu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.01.2020 - 19:43

Tað er júst kunngjørt á almennu handanini, sum í ár fer fram í Sjónleikarahúsinum í Havn. Hanus G. Johansen fær virðislønina við hesari grundgevingini:

"Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum.

Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.

Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar. 

Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið.

Til dømis yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar. 

Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini. Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen.”

Mentanarvirðisløn landsins er uppá 150.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Guðstænasta í Christianskirkjuni
213853
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666