- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Trygdin í Ísrael verður ongantíð hótt aftur

- Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, verður mintur fyri at vera djarvur og at gera eina friðaravtalu.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í røðu síni í ísraelska tinginum, Knesset.
Trump segði eisini, at trygdin í Ísrael verður ongantíð hótt aftur.
Amerikanski forsetin er í Ísrael, áðrenn hann fer á toppfund í Egyptalandi um Gasa seinni í dag.
Allir ísraelsku gíslarnir, sum eru á lívi, eru nú latnir leysir. (Mynd: Menahem Kahana/AFP/Ritzau Scanpix)
Palestinskir fangar verða eisini latnir leysir í dag. (Hazem Bader/AFP/Ritzau Scanpix)
Stórliga fagnaður
Trump var stórliga fagnaður í Knesset. Og andstøðulimir, sum mótmæltu, meðan hann helt røðu, vóru vístir á dyr.
Frammanundan hevði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hildið røðu, har hann rósti amerikanska forsetanum fyri sín leiklut í friðaravtaluni.
Allir 20 ísraelsku gíslarnir, sum eru á lívi, eru latnir leysir, og eru nú aftur í Ísrael.
Og teir fyrstu 250 palestinsku fangarnir og 1700 palestinar, sum hava verið handtiknir, skulu eisini latast leysir.
Jóannes Eidesgaard.
Gleðisdagur
- Hetta er ein gleðisdagur fyri okkum øll. Farna tíðarskeiðið hevur verið merkt av álvarsligari kreppu, sigur formaðurin í Reyða Krossi Føroya, nú teir 20 ísraelsku gíslarnir, sum framvegis eru á lívi, eru latnir leysir.
Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannesen gjørdi við Jóannes Eidesgaard, ið var gestur í útvarpsstovuni:





























