Nord Stream: Pólland vil ikki útflýggja handtikna mannin

Nord Stream: Pólland vil ikki útflýggja handtikna mannin
Maðurin, sum er undir illgruna fyri at spreingja gassleiðingina, hevur verið afturhildin síðani september
Pólski forsætisráðharrin sigur, at trupulleikin er ikki, at Nord Stream-leiðingin var sprongd, men leiðingin yvirhøvur var løgd í sínari tíð. 
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.10.2025 - 14:48

Ein pólskur dómstólur hevur gjørt av, at ukrainski maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava verið uppí, tá Nord Stream-gassleiðingin var sprongd, skal ikki útflýggjast Týsklandi, skrivar Reuters.

Maðurin, sum verður nevndur Volodymyr Z., hevur verið afturhildin í Póllandi síðani september. Ein týskur dómstólur gav boð um at handtaka ukrainska mannin.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, segði fyrr í mánaðinum, at Pólland hevur ongan hug at útflýggja mannin. 

Tusk hevur sagt, at trupulleikin er ikki, at Nord Stream-leiðingin var sprongd, men leiðingin yvirhøvur var løgd í sínari tíð. 

Týskir ákærar siga, at  Volodymyr Z. er djúpvatnskavari, og hann hevur fyrr verið í ukrainska herinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598