Búskaparráðið: ikki skilagott at strika MVG'ið á blæum, eplum og grønmeti

Búskaparráðið: ikki skilagott at strika MVG'ið á blæum, eplum og grønmeti
- Vit gera eina einfalda skipan ógjøgnumskygda og tyngri at umsita, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang og Johnny í Górinum, formaður í búskaparráðnum práta saman í Smæruni í Havn.
Mynd: Savn  
 
18.10.2025 - 13:32

Uppskotið hjá landsstýrinum um at strika meirvirðisgjaldið á blæum, eplum og grønmeti, er ikki skilagott. 

- Vit gera eina einfalda skipan ógjøgnumskygda og tyngri at umsita, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1770715

 

Vandamikil glíðibreyt

At pilka við meirvirðisgjaldið á útvaldum vørum er ein vandamikil glíðibreyt, tá tað kemur til fígging av føroyska vælferðarsamfelagnum, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

Í lógaruppskotinum, sum liggur í tinginum, sigur landsstýrið, at uppskotið fer at kosta landskassanum okkurt um 22 mió. kr.

Uppskotið skal partvíst fíggjast við at broyta mvg-frádráttin fyri leigubilar. Landsstýrið ætlar at fáa 15 mió. kr. aftrat í landskassan við at broyta mvg-reglurnar fyri brúktar leigubilar.

At tað fer at kosta 22 mió. kr at strika mvg'ið á blæum, eplum og grønmeti, er lágt mett, heldur Johnny í Grótinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672