Jana á vikuliðið hjá EHF

Jana á vikuliðið hjá EHF
Jana Mittún taldist millum bestu spælararnar í tveimum teimum fyrstu EM-umførunum. Tað heldur EHF, sum hevur valt føroyska bakspælaran til sítt vikulið
Jana Mittún brýtur ígjøgnum verjuna hjá Montenegro í heimadystinum við Tjarnir leygardagin
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.10.2025 - 16:50

Jana Mittún taldist enn einaferð millum avgerandi spælararnar hjá føroysku hondbóltskvinnunum, sum løgdu fyri í EM-undankappingini við útisigri á Íslandi og tapi fyri krútsterka Montenegro við Tjarnir.

Sum ikki einaferð stjórnaði Viborg-bakspælarin føroyska álopsspælinum við yvirhøvur við hepnari hond, hóast tað eisini varð til nakrar villur - kanska serliga í seinna hálvleiki ímóti Montenegro. Tí hevur evropeiska hondbóltssamgongan EHF valt hana til spælskipara á vikuliðnum hesa ferð.

 

251020_JANA_MITTUN_MAL

 

Jana Mittún var ógvuliga eyðsæð á føroyska landsliðnum, sum vann á Íslandi og tapti fyri Montenegro í fyrstu EM-undankappingardystunum. Her eru nøkur av málum hennara.

 

Jana Mittún skeyt samanlagt 13 mál, og serliga riggaði samspælið við Súnu Krossteig Hansen væl. Menningin hjá kvika og treiska hondbóltssnillinginum úr Hoyvík hevur verið eyðsæð, síðan hon fór til Viborg í bestu donsku deildini fyri góðum tveimum árum síðan. 

Hon brúkti fyrsta árið at fella til í nýggja umhvørvinum og vinna sær fast pláss á liðnum, men nú spælir hon nú lyklaleiklut hjá danska felagnum.

 


Jana Mittún er spælskipari á vikuliðnum hjá EHF, har Jaukovic úr Montenegro eisini er við, og Brnovic - eisini úr Montenegro - er kosin sum besti verjuspælarin. (Mynd: EHF)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424