Óheftur ráðgevi: Prísurin ov bjartskygdur og váðametingar mangla

Óheftur ráðgevi: Prísurin ov bjartskygdur og váðametingar mangla
Avgerðarskjal um Suðuroyartunnilin vísir, at bíligasta farleiðin er úr Djúpadali til Sandvíkar, við armi upp í Skúgvoy. Hinar loysnirnar kosta millum 5,5 og seks milliardir
Í gjár vóru løgtingsfólk kunnað um báðar farleiðirnar í Suðuroyartunlinum.
 
21.10.2025 - 14:43

Kostaðarmetingarnar eru ov bjartskygdar og váðametingar mangla fyri allar farleiðirnar uttan ta fyrstu, frá Djúpadali til Sandvíkar, sum P.f Suðuroyartunnilin upprunaliga mælti til. 

Tað sigur ein óheftur 3. partur, sum hevur gjørt viðmerkingar til tilfarið um tær fýra verkætlanirnar um Suðuroyartunnil, sum vóru lagdar fyri løgtingslimir í gjár.

 

Málið datt burtur

Á ólavsøku datt tingmál nr. 72 um Suðuroyartunnil burtur, tí tað var beint aftur í nevnd og kom ikki aftur haðani, áðrenn tingsetan endaði.

Tingfólk vóru farin at ivast í verkætlanini hjá løgmanni, tí nýggj vitan var komin undan kavi um møguleikarnar at bora úr Skúgvoy. 

Hetta bæði bar til og var ráðiligt, var niðurstøðan hjá einum óheftum skjóttarbeiðandi bólki, sum løgmaður setti at koma til eina niðurstøðu.

Tí setti løgmaður sær fyri at kanna alternativu farleiðina, sum var skotin upp av einum áhugabólki, og í gjár var eitt sokallað avgerðarskjal lagt fyri allar løgtingslimir, sum vóru møtt upp til kunningarfund í Tinganesi. 

 

Armur úr Suðuroyartunlinum upp í Skúgvoy. 

 

Tvær farleiðir

Her verða tvær farleiðir lagdar fram við tíðar- og kostnaðarmeting, við og uttan byggiplássi í Skúgvoy, við møguleika fyri at bora frá fleiri síðum í senn.

Niðurstøðan er, at leiðin úr Djúpadali til Sandvíkar, við armi upp í Skúgvoy, er loysnin, sum er bíligast.

Hon verður mett at kosta 4,9 milliardir krónur, og byggitíðin verður 10 ár.

Hinar farleiðirnar kosta 5,5 og 6 milliardir. 

Tann dýrasta er úr Traðardali norðan fyri Sands bygd til Skúvoyar, har borað verður úr Skúgvoy. Hon tekur 9,3 ár og kostar seks milliardir.

 

Løgtingskvinnurnar, Liljan Weihe og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á veg í Tinganes í gjár at verða kunnaðar um Suðuroyartunnilin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Metingarnar ov bjartskygdar

Kostaðarmetingarnar eru sum heild bjartskygdar.

Tað eru skotsmálini hjá óhefta 3. partinum, Kasper Nordmelan, ráðgeva. Hann grundgevur við, at lagt er ikki upp fyri váða í sambandi við at spreingja so langan tunnil, og hann metir sum heild, at tað tekur 1-2 ár longur at byggja tunlarnar, enn metingin sigur. Hann heldur sostatt, at tunnilin ur Djúpadali til Sandvíkar tekur 11-12 ár heldur enn 10 ár.

Hinvegin heldur Kasper Nordmelan, at byggiplássið i Skúgvoy er mett nógv dýrari enn neyðugt.

Optimeringar fyri 300 milliónir norskar krónur kundu verið gjørdar - tað svarar til upp ímóti 200 milliónum í okkara peningi. Hinvegin er einki sett av til ráðgeving í sambandi við byggipláss, so í veruleikanum kundi byggiplássið í Skúgvoy verið mett at verið góðar 100 milliónir bíligari.

 

Eingin váðameting

Óhefti 3. parturin viðmerkir eisini, at eingin váðameting er gjørd fyri aðrar farleiðir, enn ta úr Djúpadali til Sandvíkar, uttan arm til Skúgvoyar. 

Tí ber ikki til at vita, um tað er júst í váðametingum, at tað sæst, hvør farleið er tann besta. Eitt nú kundi hann hugsað sær at vita, hvønn týdning hallið og longdin hava á alternativu leiðirnar við armi til Skúgvoyar, so til ber at samanbera farleiðirnar, sigur óheftu 3. partur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345