"Seinasta paradís á jørð" ársins besti norðurlendski filmur

"Seinasta paradís á jørð" ársins besti norðurlendski filmur
Sakaris Stórá hevur vunnið filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin "Seinasta paradís á jørð", sum eisini er fyrsti føroyski filmur, ið higartil er innstillaður
"Seinasta paradís á jørð" er upptikin í Hvalba, ið passar sera væl til huglagið í filminum
Mynd: Úr "Seinasta paradís á jørð"  
 
21.10.2025 - 11:00

Norðurlandaráðið hevur júst kunngjørt, at filmurin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakaris Stórá hevur vunnið filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2025. 

Handritið hevur Sakaris Stórá skrivað saman við Mads Stegger og Tommy Oksen.

Filmurin er ein donsk-føroysk samframleiðsla, og framleiðari er Jón Hammer. 


Í stuttum snýr "Seinasta paradís á jørð" seg um hin unga Kára, sum livir eina friðarliga tilveru í einari lítlari føroyskari bygd (Mynd: Úr "Seinasta paradís á jørð")
 

"Seinasta paradís á jørð" er fyrsti føroyski filmur, ið er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, sum verður roknað sum týdningarmesta virðislønin fyri norðurlendskan film yvirhøvur. 

 

LES EISINI: "Seinasta paradís á jørð" tilnevndur filmsvirðisløn hjá Norðurlandaráðnum

 

Ein sáttlig og djørv søga

Í sínari grundgeving skrivar dómsnevndin, at: 

"Á ein sáttliga og samstundis djarvan hátt, lýsir søgan kjarnin í einsliga lívinum á einari oyggj. Søgan flytur seg langt út um spurningin at verða verandi, ella at flyta burtur. Hon grevur seg niður í persónliga sorg, kensluligt lammilsi og tær átrokandi avbjóðingarnar, sum koma í samband við eina fríggjarligar kreppu."

Dómsnevndin heftir seg eisini við, at søgan verður søgd á ein ektaðan og ikki grátsøtan hátt, og at søgan fangar eina niðurfrysta og stilla sorg.  

"Høvuðspersónurin skal læra at úttrykkja umsorgan á sama hátt, sum fiskivinnan skal laga seg til náttúruna. Føroyski filmurin setur, við sínari framúrskarandi fotografering sítt fótafar í norðurlendsku filmssøguna."

Umframt heiðurin, fylgja 300.000 krónur við vinninginum. 

 

Snýr seg um samleika, sakn og longsul

Í stuttum snýr "Seinasta paradís á jørð" seg um hin unga Kára, sum livir eina friðarliga tilveru í einari lítlari føroyskari bygd.

Kári fær tó nakrar avbjóðingar, tá vinir flyta, arbeiðsplássið hvørvur, og hann noyðist at finna sín egna samleika í einum samfelagi í broyting. 

Kára dámar væl einfalda lívið í lítlu føroysku bygdini, men saman við systrini, Silju, so syrgir Kári í øllum stillum deyða mammunar.

Kári leitar sær troyst í arbeiðinum á flakavirkinum í bygdini, Silja hevur ilt við at gera skúlan lidnan, og pápi teirra stingur av til sjós. 

 

Ungir leikarar frá rós

Í sínari grundgeving, fyri at lata "Seinasta paradís á jørð" filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, vísir dómsnevndin eisini á avrikini hjá ungu leikarunum í filminum. 

Í høvuðsleiklutunum eru Sámal H. Hansen sum Kári, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum roynir seg fyri fyrstu ferð á filmi, ið spælir leiklutin sum lítlasystirin Silja.

"Við sera sannførandi avrikum av ungum talentum, ið verða væl stuðlað av royndum sjónleikarum, saman við ørandi vøkrum filmsfotograferingini og fangandi tónleikinum, stendur filmurin sum ein varði fyri føroyskan - og norðurlendskan film."


 

LES EISINI: Seinferð í seinasta paradís á jørð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730