"Seinasta paradís á jørð" tilnevndur filmsvirðisløn hjá Norðurlandaráðnum

"Seinasta paradís á jørð" tilnevndur filmsvirðisløn hjá Norðurlandaráðnum
 Sakaris Stórá, leikstjóri, sigur, at hann dugir ikki at lýsa við orðum, hvussu stóran týdning tilnevningin hevur fyri føroyskan film
Seinasta paradís á jørð er í uppskoti at fáa norðurlendsku filmsvirðislønina.
 
18.08.2025 - 11:26

Filmurin "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur at fáa virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film yvirhøvur. 

 

 

Jón Hammer, framleiðari.

 

Filmurin hevði frumsýning á filmsstevnu í Gøteborg fyrr í ár. Jón Hammer hevur framleitt, og handritið skrivaðu Tommy Oksen og Mads Stegger, saman við Sakarisi Stórá.

Hoyr samrøðu við Jón Hammer í útvarpstíðindunum: 

 

18082025_Jon_Hammer

 

 

Sakaris Stórá, leikstjóri. 

 

Ómetaligur heiður

“Tað er ein ómetaliga stórur heiður, at okkara filmur er tilnevndur.  Eg dugi ikki at lýsa við orðum, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri føroyskan film. Tá vit fóru í holt við hendan filmin, settu vit okkum fyri, at hetta skuldi vera ein filmur, ið kundi kappast á jøvnum føti við filmar úr okkara grannalondum. Hetta vísir, at vit hava megnað at skapa ein film, ið er so mikið menniskjaligur, at hann talar til hjørtuni á fólki tvørtur um málsligu mørkini, og fær hyggjarin at kenna seg heima”, sigur leikstjórin Sakaris Stórá um tilnevningina.

 

 

Marjun Niclasen.


Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum, sigur:

Vit eru ovurhonds fegin um hesa tilnevning og kunnu ikki siga annað enn, at vit eru errin av manningini og listafólkunum aftan fyri Seinasta paradís á jørð. Tað er nærlagni og hart arbeiði, sum hevur ført tey á mál. Við hesum kunnu vit staðfesta, at samframleiðslur við onnur lond eisini eru við at gagna menningini av føroysku filmsvinnuni

 

 

Um filmsvirðislønina

Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins er ein árlig virðisløn, sum verður umsitin av Norðurlandaráðnum og Nordisk Film & TV Fond. Hon virðismetir listarligar, originalar spælifilmar, ið hava rót í norðurlendskari mentan, og sum vísa framúrskarandi dygd og nýskapan. Síðan byrjanina í 2002 – gjørd varandi í 2005 – hevur virðislønin lyft norðurlendska filmsgerð upp á altjóða pallin.

Tilnevndir filmar verða valdir av tjóðardómsnevndum úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki, við møguleika fyri eyka tilnevningum úr Grønlandi, Føroyum og Álandi.

Filmar eftir m.a. Lars von Trier, Thomas Vinterberg, Roy Andersson, Ruben Östlund, Per Fly og Aki Kaurismaki hava fingið norðurlendsku filmsheiðurslønina. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730