Summartíðin endar sunnunáttina - ES ivast í orkusparingini

Summartíðin endar sunnunáttina - ES ivast í orkusparingini
Í føroysku kunngerðini stendur, at vit skulu hava summar- og vetrartíð til 2028. ES hevur samtykt, at summartíðin skuldi strikast í 2021, men samtyktin er ikki sett í verk
Sunnunáttina endar summartíð, og klokkan skal flytast aftur.
 
23.10.2025 - 10:15

Sunnunáttina endar summartíðin á hesum sinni. 

Tað stendur at lesa í kunngerðini um summartíð fyri tíðarskeiðið frá 2024 til 2028, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, lýsti hálvan februar í fjør.

Har stendur, at summartíðin í 2025 gongur frá 30. mars til 26. oktober, og tað vil siga, at vit aftur skulu flyta klokkuna tann eina tíman.

 

Bjarni Kárason Petersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Men sum tað so snildisliga er samanskrúvað, so er summartíðin knýtt at havamøplunum, ið verða settir fram ella út, tá summarið kemur, og soleiðis er tað eisini við klokkuni.

Tí skal klokkan flytast ein tíma aftur, tá hon sunnunáttina rakar 02.00 fyrstu ferð.

 

Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uppskot um at strika skiftið

Á heysti í 2022 hevði táverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið við tí endamáli at gevast við skiftinum millum summar- og vetrartíð. Uppskot varð gjørt, sum eisini fór til hoyringar, men tað fall fyri framløgufreistini, og kom tí ongantíð í Løgtingið.

Síðan tá er einki meira hent í málinum annað enn, at Bjari Kárason Petersen, landsstýrismaður við lógarmálum, í fjør gjørdi eina nýggja fimm ára kunngerð, sum er galdandi til 2028, og sum ásetur, nær summartíðin byrjar og endar.

 

ES-tingið.

 

ES ivast í orkusparing

Tað er ikki bara í Føroyum, at fólk ivast í, um tað er rætt at skifta ímillum soleiðis. Tað gera tey eisini í ES, tí har ivast tey í, um tað fæst burturúr í orkusparing, sum lagt var upp til. 

Og so hevur skiftið eisini ávirkan á heilsuna hjá fólki, sigur ein serfrøðingur í svøvni, við TV2. 

Hagtøl vísa, at tað eru fleiri blóðtøppar, og fleiri fólk fáa hjartatilburð, tá vit fara til summartíð, sigur Birgitte Hinz, serfrøðingur í svøvni, við donsku sjónvarpsrásina.

ES-tingið samtykti í 2018, at summartíðin skuldi strikast frá 2021, men enn er samtyktin ikki sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738