Landsstýrið tekur upp málið um rúsevnismisnýtslu við sproytum

Landsstýrið tekur upp málið um rúsevnismisnýtslu við sproytum
Avbjóðingarnar við sproytum og nálum frá rúsevnismisnýtarum sum liggja og sløðast, hevur fingið landsstýrið at taka málið upp og møguliga skipa so fyri, at tað verður ókeypis
Mynd: Bárður Veihe  
 
25.10.2025 - 12:49

Tað ber í dag til hjá rúsevnismisnýtarum, at keypa sær útgerð at fiksa við á apotekinum.

Sproytur og nálir verða seld í posum, sum kosta fjøruti krónur.

Men tað hava verið nakrar óhepnar støður á serliga apotekinum í Steinatúni, og tað hevur fingið landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, at taka málið upp.

- Eg havi verið á fundi við Landsapotekaran, og vit ætla at kanna hvussu liggur fyri at útflýggjað nálir og tað ymiska tilfarið ókeypis. Vit kanna eisini hvussu tey gera í Íslandi.

Hon leggur afturat, at gransking vísir á, at ókeypis útflýggjan ikki elvir til økta misnýtslu, og tí er umráðandi at tey ið hava avbjóðingar við hesum slagnum av misnýtslu, skulu hava tryggar og reinar umstøður.

Hesum greiðir hon frá í tíðindunum: 

1772155

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860