Julian eigur nú metið á hálvum maraton

Julian eigur nú metið á hálvum maraton
Frálíka árið hjá Juliani Gregersen heldur fram. Rennarin tók føroyska metið í hálvum maraton, tá hann rann teinin í Valencia sunnumorgunin
 
26.10.2025 - 14:50

Frálíka árið hjá rennaranum Juliani Gregersen heldur fram.

Klaksvíkingurin tók føroyska metið í hálvum maraton, tá hann rann teinin upp á 1.07:57 í Valencia fyrrapartin sunnudagin.

Marnar Djurhuus átti gamla metið. Í 2014 kom hann á mál í Keypmannahavn við tíðini 1.08:52, so nýggja metið hjá er nærum ein minutt skjótari.  

 - Tað var stuttligt at taka føroyska metið í hálvmarathon, skrivar Marnar Djurhuus á Facebook.

 - Men met skulu takast. Eg haldi, at tað er fantastiskt at Julian í morgun hevur tikið metið. Ótrúliga flott og kempi til lukku.

Í summar tók Julian Gregersen eisini gamla metið hjá Albert Marna Joensen á fimm kilometrum á landavegi, tá tað eisini eydnaðist at renna undir 15 minuttum.

Harafturat vann klaksvíkingurin gull í hálvum maraton í liðkappingini á oyggjaleikunum saman við Rógva Kárason og Nela Heldarskarð, sum eisini runnu í Valencia í dag.

Teir settu báðir persónligt met. Rógvi Kárason rann teinin upp á 1.09.51, og Neli Heldarskarð kom á mál við tíðini 1.11.43.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576